Góðan morgun Føroyar

30 fólk læst inni á Elektron
10-04-2019
Fólk verða púra avbyrgd frá umheiminum, tí at trygdin er í hásæti, leggja Rolf Herup Olsen og Janus Læarsson dent á.

Í morgun var hol sett á eina sonevnda lyklaseremoni á Elektron. Hetta er liður í Talgilda Samleikanum, ið er eitt av høvuðsátøkunum í Talgildu Føroyum

Rolf Herup Olsen, verkætlanarleiðari á Talgilda Samleikanum, og Janus Læarsson, KT-arkitektur í Talgildu Føroyum, greiða frá, at 30 fólk eru við í tilgongdini, ið fevnir um tveir arbeiðsdagar.

Tey verða læst í einum tryggum rúmi hesa tíðina og hava bara loyvi at hava pappír og penn upp i á sær. Ongar telefonir ella teldur verða loyvdar.

Øll skulu vísa pass, og fleiri onnur trygdartiltøk eru sett í verk.

Alt, sum tey gera, verður skrásett. Skal onkur til dømis á vesið, verður tað noterað

Endamálið er at gera ein rótlykil. Tað kann samanberast við, at motorarnir í Samleikanum verða tendraðir

Talgildi Samleikin er eitt av høvuðsátøkunum í Talgildu Føroyum, og tá hann er klárur, fer tað at gera gerandisdagin hjá vanliga føroyinginum meira einfaldan, siga Rolf Herup og Janus Læarsson.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024