Góðan morgun Føroyar

Ábyrgd fylgir við viðurkenningini
08-05-2019
Eg eri klárur at tørna til aftur, tá næsta kappingár byrjar, sigur Ársins eldsál, Óli G. Samuelsen

Tá flogbóltsgallaveitslan var á Giljanesi herfyri, fingu bestu spælarar og venjarar virðislønir, men harumframt handaði Flogbóltssamband Føroya eina serstaka viðurkenning.

Óli G. Samuelsen, sum hevur ferðast runt landið í sambandi við frásagnir fyri FM 1, eins og hann hevur verið knýttur at fleiri flogbótstiltøkumtiltøkum, sum hava verið seinatu árini, fekk heiður Ársins eldsál.

Hetta kom púra óvart á meg, sigur hann.

Óli G. Samuelsen segði frá sínum fyrsta flogbóltsdysti í oktober í 2017, og síðani hevur hann sagt frá eini rúgu av dystum.

Hann hevur oftast viðmerkjara aftrat sær, og tað ger einki, um viðkomandi er eitt sindur litaður, sigur Óli G. Samuelsen.

Tað ger frásøgnina meiri livandi, heldur hann.

Umframt at siga frá flogbólti, er Óli G. Samuelsen eisini virkin í nevndini hjá Fleyr.

Og eitt tiltak, sum hann sjálvur annar hevur staðið fyri í nógv ár, er árliga firmakappingin.

Seinasta freist tekna seg til hana er í dag.

Meira kann lesast um firmakappingina her.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024