- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Leygarkvøldið fekk danska krógvin, Søllerød Kro, har Jan Restorff er leiðari, heiðurslønina The Nordic Prize.
Tað er Den Danske Spiseguide, sum seinastu 10 árini hevur latið heiðurslønina, og í ár gjørdist vinnarin Søllerrød Kro.
Men sambært matstovuleiðaranum, Jan Restorff, kom tað rættiliga óvart á hann og starvsfólkahópin á krónni, at tey fingu heiðurin í ár:
- Mann veit ongantíð, hvat hendir til slíkar handanir. Tað er eitt sindur sum ein fótbóltsdystur, og mann skal kempa líka inn til dysturin er liðugur, sigur Jan Restorff og heldur fram:
- Tá mann sá, hvørjar tær fimm matstovurnar, sum vóru við í finaluni, eru, so visti mann, at tað kundi blíva torført at vinna. Men vit kláraðu tað, so tað er heilt fantastiskt, sigur Jan Restorff, sum hevur 20 ár á baki á Søllrerød Kro.
Í morgunsendingini greiddi Jan Restorff millum annað frá, hvønn týdning tað hevur, at Søllerød Kro hevur vunnið heiðurin sum ársins norðurlendska matstova 2018, og hvussu tað fer at ávirka virksemið á krónni.