Góðan morgun Føroyar

– Vit eru í einum veðurlagsparadigmuskifti
15-05-2019
Vit mugu tosa um, hvat vit kunnu gera við veðurlagsbroytingar, og hvat tað er fyri eitt samfelag, vit ynskja okkum, sigur Ragnheiður Bogadóttir

Tað verður kjakast nógv um veðurlagsbroytingar í 2019. Tað er tó ógvuliga ymiskt, hvørja fatan fólk hava av veðurlagsbroytingum, og hvat vit kunnu gera við tað.

Í kvøld skulu umboð úr teimum politisku flokkunum kjakast um evnið á einum tiltaki í Norðurlandahúsinum, sum FNU og Ringrás skipa fyri.

Meðan kjak er, verður eisini eitt toymi av fakfólkum, sum kann koma við rættleiðingum og viðmerkingum.

Tvey av teimum eru Ragnheiður Bogadóttir, ph.d. og humanvistfrøðingur, og Jógvan D. Hansen, lærari í heimspeki.

Politikkarar vita ikki, hvat teir skulu gera

 Tá ið tað kemur nokk av nýggjum fakta, so fær man eitt paradigmuskifti. Og mann má siga, at vit eru í einum paradigmuskifti nú, og tað er nokkso týðiligt, at politikkarar ikki vita akkurát, hvat teir skulu gera, sigur Ragnheiður Bogadóttir.

Opinlýst skeivar grundgevingar

 Tað eru nakrar grundgevingar í hesum kjakinum, sum eru opinlýst skeivar. Politikkarar brúka tað, sum á enskum kallast "framing". Teir ramma trupulleikan inn, tí teir vilja hava kjakið at snúgva seg um ávís evni, og syrjga fyri, at onnur evni ikki koma við, tey, sum kanska eru trupul, sigur Jógvan D. Hansen.

Tiltakið verður í Norðurlandahúsinum klokkan 19:00 í kvøld.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024