- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Tað verður kjakast nógv um veðurlagsbroytingar í 2019. Tað er tó ógvuliga ymiskt, hvørja fatan fólk hava av veðurlagsbroytingum, og hvat vit kunnu gera við tað.
Í kvøld skulu umboð úr teimum politisku flokkunum kjakast um evnið á einum tiltaki í Norðurlandahúsinum, sum FNU og Ringrás skipa fyri.
Meðan kjak er, verður eisini eitt toymi av fakfólkum, sum kann koma við rættleiðingum og viðmerkingum.
Tvey av teimum eru Ragnheiður Bogadóttir, ph.d. og humanvistfrøðingur, og Jógvan D. Hansen, lærari í heimspeki.
Politikkarar vita ikki, hvat teir skulu gera
– Tá ið tað kemur nokk av nýggjum fakta, so fær man eitt paradigmuskifti. Og mann má siga, at vit eru í einum paradigmuskifti nú, og tað er nokkso týðiligt, at politikkarar ikki vita akkurát, hvat teir skulu gera, sigur Ragnheiður Bogadóttir.
Opinlýst skeivar grundgevingar
– Tað eru nakrar grundgevingar í hesum kjakinum, sum eru opinlýst skeivar. Politikkarar brúka tað, sum á enskum kallast "framing". Teir ramma trupulleikan inn, tí teir vilja hava kjakið at snúgva seg um ávís evni, og syrjga fyri, at onnur evni ikki koma við, tey, sum kanska eru trupul, sigur Jógvan D. Hansen.
Tiltakið verður í Norðurlandahúsinum klokkan 19:00 í kvøld.