Góðan morgun Føroyar

– Tað er betri at syngja enn ikki at syngja
16-05-2019
Eg var ikki í einum góðum staði í lívinum, tá eg varð biðin um at vera við í Söngvakeppnin, sigur Kristina Bærendsen

Kristina Bærendsen minnist, at hon í fyrstu atløgu als ikki hevði hug at syngja í íslendska eurovision-umfarinum,.

Tað var Sveinn Runar Sigurdsson, í Íslandi bara nevndur Dr. Eurovision, ið hevði skrivað sangin Mama Said.

Hann hevði leingi leitað eftir røttu røddini at bera sangin fram.

Tað var ikki fyrr enn hann hoyrdi Kristinu Bærendsen, at hann var sannførdur um, at hann hevði funnið rætta sangaran.

Kristina Bærendsen játtaði loksins at syngja Mama Said, men hon leggur dent á, at hon persónliga ikki var í einum góðum staði í lívinum.

Hetta sæst eisini aftur í teimum samrøðum, sum vórðu gjørdar í íslendskum sjónvarpi, sigur hon.

Samstarvið millum Kristinu Bærendsen og Sveinn Runar Sigurdsson heldur tó fram.

Íslendingurin, sum hevur skrivað 17 eurovision-sangir, hevur, við íblástri frá persónligu upplivingunum hjá Kristinu Bærendsen, skrivað sangin, Papa.

Hetta er ein ógvuliga rørandi sangur, og sangavrikið hjá Kristinu er nakað av tí besta, eg havi hoyrt, sigur Sveinn Runar Sigurdsson.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024