Góðan morgun Føroyar

Fosturdiagnostikkur verður alt meira vanligur
22-05-2019
Kvinnur við barn hava møguleika at fáa vitan um heilsustøðuna hjá fostrinum, langt áðrenn barnið verður føtt. Tær gera sjálvar av, um tær vilja vita

Allar vanligar, frískar kvinnur undir 35 ár fáa bjóðað eina ultraljóðskanning av fostrinum í viku 18.

Er ein kvinna í øktum váða, so eru onnur tilboð. Tað eru kvinnur, sum eru eldri enn 35, hava arvaligar sjúkur í familjuni ella hava átt eitt sjúkt barn fyrr.

Tað kann vera eina skanning tíðliga í viðgongutíðini, ein móðurkakuroynd, ein fosturvatnsroynd, ella ein NIP test, sum er ein blóðroynd frá mammuni.

Eisini kann mann gera eggsortering heilt tíðliga, um tað er álvarslig deyðilig sjúka í familjuni.

 Vísir kanningin okkurt, so verður kvinnan fylgd væl restina av viðgongutíðini. Ofta fara kvinnurnar á Ríkissjúkrahúsið til fleiri kanningar, og har kunnu tær tosa við serlæknar í teimum ávísu sjúkunum og fáa lagt eina ætlan, sigur Ann Danielsen, serlækni í kvinnusjúkum.

Er barnið álvarsliga og deyðiliga sjúkt, so kunnu kvinnurnar velja at avbróta burðartíðina.

Stórt sæð allar kvinnur lata seg kanna í viku 18, og tað er ein stórur partur av kvinnum í vandabólkinum, sum velur at taka eina blóðroynd.

Fosturdiagnostikkur kann hava nógvar etiskar spurningar við sær, og kvinnan ella parið kann koma í eina trupla støðu. Ein velur frítt, um ein vil hava eina fosturkanning, og ein kann koma at standa í einari tvístøðu, tí ein vil velja tað, sum er best fyri seg og fyri barnið.

 Nøkur velja kanningina frá, men tey flestu vilja hava so nógva vitan sum møguligt, sigur Hildur við Høgadalsá, forkvinna í Etiska Ráðnum. 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024