- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Allar vanligar, frískar kvinnur undir 35 ár fáa bjóðað eina ultraljóðskanning av fostrinum í viku 18.
Er ein kvinna í øktum váða, so eru onnur tilboð. Tað eru kvinnur, sum eru eldri enn 35, hava arvaligar sjúkur í familjuni ella hava átt eitt sjúkt barn fyrr.
Tað kann vera eina skanning tíðliga í viðgongutíðini, ein móðurkakuroynd, ein fosturvatnsroynd, ella ein NIP test, sum er ein blóðroynd frá mammuni.
Eisini kann mann gera eggsortering heilt tíðliga, um tað er álvarslig deyðilig sjúka í familjuni.
– Vísir kanningin okkurt, so verður kvinnan fylgd væl restina av viðgongutíðini. Ofta fara kvinnurnar á Ríkissjúkrahúsið til fleiri kanningar, og har kunnu tær tosa við serlæknar í teimum ávísu sjúkunum og fáa lagt eina ætlan, sigur Ann Danielsen, serlækni í kvinnusjúkum.
Er barnið álvarsliga og deyðiliga sjúkt, so kunnu kvinnurnar velja at avbróta burðartíðina.
Stórt sæð allar kvinnur lata seg kanna í viku 18, og tað er ein stórur partur av kvinnum í vandabólkinum, sum velur at taka eina blóðroynd.
Fosturdiagnostikkur kann hava nógvar etiskar spurningar við sær, og kvinnan ella parið kann koma í eina trupla støðu. Ein velur frítt, um ein vil hava eina fosturkanning, og ein kann koma at standa í einari tvístøðu, tí ein vil velja tað, sum er best fyri seg og fyri barnið.
– Nøkur velja kanningina frá, men tey flestu vilja hava so nógva vitan sum møguligt, sigur Hildur við Høgadalsá, forkvinna í Etiska Ráðnum.