Góðan morgun Føroyar

Loysnir til ta góðu móttøkuna í felagsskapum
23-05-2019
Ítróttarsamband Føroya og Føroya Ungdómsráð hava í felag, saman við ABC fyri sálarliga heilsu, gjørt nýggjan faldara við heitinum Tak væl ímóti

Vit ynskja øll at hava kensluna av at hava hug at koma aftur, tá ið vit eru byrjað í einum nýggjum felagsskapi.

Tíverri er tað ikki altíð so, men í nýggja faldaranum, sum FUR og ÍSF hava gjørt í samstarvi við ABC fyri sálarliga heilsu, fáast einfaldar loysnir og uppskot um, hvussu ein tryggjar ta góðu móttøkuna í sínum felagi ella felagsskapi.

Faldarin vendir sær til limir, íðkarar og leiðarar í felagsskapum og til nevndarlimir, foreldur, venjarar, undirvísarar og hjálparfólk, t.e. øll tey, sum møta nýggjum limum ella luttakarum í felagsskapinum.

- Tað er av stórum týdningi, at venjarar og leiðarar í felagsskapum taka væl í móti nevndarlimum, sigur Jarvin Feilberg Hansen, ÍSF ráðgevi.

Faldarin kann skapa enn betri grundarlag fyri, at feløgini draga til sín og fasthalda nýggjar limir, leiðarar og aðra sjálvbodna hjálp, sum feløgini hava tørv á fyri, at kunna trívast og mennast.

Í faldaranum eru ítøkilig amboð og spurningar, sum felagsskapirnir kunnu arbeiða við.

- Hetta eru heilt lítil ting, sum kunnu gera munin, til dømis, at ein venjari/leiðari fer til ein nýggjan lim og heilsar uppá og býður vælkomin, sigur Rói B. Poulsen frá Føroya ungdómsráði.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024