Góðan morgun Føroyar

'Ikki nakar' trokar 'ongan' burtur
23-05-2019
Orðini ikki nakar og ikki nakað eru um at troka ongan og einki burtur, sigur Elin Henriksen, málkøn

Onkur, nakar og summi hava hvør sína merking, og tey verða brúkt á hvør sín hátt, hóast tey viðhvørt kunnu verða nýtt sum samheiti.

Dømi:
1. 'Er nakar her, sum hevur verið og ferðast í ár?' (spurningur)
2. 'Onkur man hava verið og ferðast í ár.' (staðfesting, onkur, men eingin ávísur)
3. 'Summi ferðast á hvørjum ári.' (staðfesting, summi, nøkur ávís)
4. 'Eingin hevur verið og ferðast enn.'

Men undir ávirkan av donskum er nakar í ferð við at troka hini burtur, sigur Elin Henriksen.

Dømi:
1. 'Nøkur munnu hava verið og ferðast í ár.'
2. 'Nøkur ferðast á hvørjum ári.'
3. 'Ikki nakar hevur verið og ferðast enn.'
4. 'Sást tú nakran har?' (spurningur)
          -  'Jú, eg sá onkran.' Heldur enn: 'Eg sá nøkur'
          -  'Nei, eg sá ongan.' Heldur enn: 'Nei, eg sá ikki nakran.'

Klíggja fingið nýggjan týdning
Orðið, gúlpa, fær eisini drúgva viðgerð í Málteiginum, tí orðið verður oftari og oftari brúkt, tá fólk tosa um pinkubørn.

Nógvir lurtarar skriva til Málteigin, at orðið, gúlpa, hevur annan týdning enn klíggja.

Elin Henriksen er ósamd og vísir á, at gamalt var at siga klíggja, tá tað rann upp hjá pinkubørnum, ið vórðu tikin upp at ropa.

- Men um orðið, gúlpa, skal brúkast, eigur tað at verða stavað við -ú, ikki y, sigur Elin Henriksen.

Internet of things
Nýggja orðið, sum verður viðgjørt hesaferð, er føroyska orðið fyri Internet of things.

Føroyska orðið er tólnet.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, føðslutalvan, sjúkrahús- og fongsulsprestur
06-05-2024
Veðrið, kapping, royal taska, Hamradun
03-05-2024
Dansibandsfestivalurin í Vági, veðrið, Closed for maintanance, sjúkrahússkip í Afrika, heimavirkisfelag
02-05-2024
100 km í mai, veðrið, valdið aftanfyri valdið, visitnorth, mjørki
01-05-2024
Veðrið, lágur føðitíttleiki, brand vísitalið, kamping
30-04-2024
Veðrið, bamsulummavinir í Føroya Politi, danskur politikari heldur dýra biðidag í Føroyum
29-04-2024
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024