- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Fleiri múgvandi ferðafólk
28-05-2019
Bólkurin av ferðafólki, sum eru væl fyri fíggjarliga, veksur alsamt
Privatflogfør úr øllum heiminum eru at kalla gerandisgestir í Vága Floghavn í summarmánaðunum. Serliga er talið av teimum fínu, eksklusivu flogførunum vaksandi, sigur Gudny Langaard, flogvallarstjóri.
Á ferðaskrivstovunum merkja tey eisini økta eftirspurningin fyri Føroyum frá hesum ferðabólki, staðfestir Tórstein Christiansen frá GreenGate.
Hann vísir á, at hesi ferðafólk vilja uppliva okkurt serligt, burtur frá tí vanliga ferðafólkameldrinum, og at pengar eru eingin forðing.
Hoyr Gudny Langaard og og Tórstein Christiansen greiða frá.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024