Góðan morgun Føroyar

Kristina Bærendsen syngur sang í stórfilmi
16-10-2019
Talan er um ein stóran kinesiskan film, ið snýr seg um at klúgva niðan á heimsins hægsta fjall, Mount Everest

Kristina Bærendsen váttar fyri morgunsendingini, at hon syngur sang í nýggjum, kinesiskum adventure-filmi, sum Warner Brothers framleiðir.

Heitið er Wings Over Everest, og ein brellbiti sæst á hesum leinki.

Hon greiðir frá, at tey, ið gera filmin, leitaðu eftir onkrum øðrvísi.

Tey settu seg í samband við Sveinn Runar Sigurdsson, sum Kristina Bærendsen samstarvar við.

Hann gjørdi eina demo, ið vær ætlað kinesiskari songkvinnu.

Íslendingurin bað kortini Kristinu syngja hana, hóast hon als ikki var gjørd til hennara sangrødd.

Føroyska songkvinnan royndi eftir førimuni at skrála seg ígjøgnum sangin, ið var í alt ov høgari tónalegu.

Sveinn Runar Sigurdsson sendi upptøkuna aftur til framleiðararnar.

Leikstjórin var bergtikin av orkuni í sanginum.

Tí valdi hann føroysku songkvinnuna fram um kinesisku.

Tey hava biðið um mínar sangir og eru áhugað í samstarvi, sigur Kristina Bærendsen at enda.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024