Jastrið og Sofía tilreiðar at møta Álandi

Jastrið og Sofía tilreiðar at møta Álandi
Í morgin møta Føroyar helst sterkasta liðnum í bólkinum sum er Áland. Vit hava spælt væl, og vit eru tilreiðar at møta Álandi, siga Jastrid Sivertsen og Sofía Purkhús
 
15.07.2013 - 22:15

Eftir tvær 3-0 sigrar á Grønlandi og Guernsey er flogbóltskvinnulandsliðið fari at fyrireika seg til dystin móti Álandi.

Eftir dystin móti Guernsey siga bæði Jastrið Sivertsen og Sofía Purkhús, at tað er umráðandi, at hildið verður fast um tað góða spælið.

- Higartil hava vit næstan bara spælt góð sett. Okkara spæl er ikki so gott í øðrum setti móti Guernsey, men tað er helst tí, at mótstøðan er so sum so, og tá er tórført at spæla upp til sítt besta, sigur Jastrið Sivertsen.

Sofía Purkhús tekur undir við henni, og heldur, at um tær spæla upp til sítt besta, so vinna tær eisini á Álandi.

- Áland er eitt gott lið, men alt hevur riggað sera væl hjá okkum, og um vit halda fram við tí, so vinna vit dystin, sigur Sofía Purkhús.

Dysturin millum Føroyar og Áland byrjar klokkan 16.15 í morgin, og hann verður sendur beinleiðis í útvarpinum.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. juni
Morgunlestur mánadagur 3. juni 2024
175853
Sunnudag 2. juni
Bolero
175977
Sunnudag 2. juni
Guðstænasta í Christianskirkjuni
175974