Samgonguflokkar bíða eftir hvørjum øðrum í tunnilsmálinum

bannari
Samgonguflokkar bíða eftir hvørjum øðrum í tunnilsmálinum
Fólkaflokkurin bíðar eftir frágreiðingini, sum løgmaður hevur biðið um frá Innlendismálaráðnum um atfinningarnar frá umsitingini.
Samgongufólk eru varin at siga nakað um tunnilsmálið í løtuni
 
28.08.2013 - 13:59

Viðgerðin av Skálafjarðartunlinum í rættarnevndini fer at taka ta tíð, sum er neyðug, fyri at lýsa málið til fulnar, og fyri at finna eina breiða semju.

Tað sigur Reimund Langgaard, umboð hjá Sambandsflokkinum í rættarnevndini. Hann váttar, at flokkurin hevur biðið um longri tíð til at viðgera málið innanhýsis.

Fleiri milliardir

Grundgevingin er, at nú skal ikki bert støða takast til Skálafjarðartunnilin, men eisini til Sandoyartunnilin. Og tá verður tosað um miljardir av krónum. Tí krevur viðgerðin longri tíð, sigur Reimund Langgaard.

Hann vil ikki gera beinleiðis viðmerkingar til málið í dag, tí viðgerðin í Sambandsflokkinum er ikki liðug. Men hann sigur, at flokkurin miðar eftir at finna eina breiða semju í málinum.

Uppskotið óforsvarligt

Í Fólkaflokkinum er eisini ivi, og óvissan er stór, tí tinglimirnir siga ikki stórvegis um málið. Einasti tinglimurin hjá Fólkaflokkinum, sum hevur tikið støðu, er Bjarni Djurholm. Hann sigur bart út, at uppskotið, sum Kári P. Højgaard, landsstýrismaður hevur lagt fyri tingið, er langt uttan fyri tað, sum er forsvarligt.

Tí hevur hann saman við Bárði Nielsen, tinglimi í Sambandsflokkinum, gjørt eitt uppskot um ein almennan Skálafjarðartunnil, sum síðani skal geva so mikið í avkasti, at farast kann undir Sandoyartunnilin. Tað uppskotið er latið løgtingsskrivstovuni til eftirkanningar, og kann leggjast fyri tingið, tá teir ynskja tað.

Men tað skal gerast, tá tingið er saman, og eingin tingfundur er lýstur. Uppskotið er eisini latið rættarnevndini, sum viðgerð tunnilsuppskotini. Annars eru tinglimirnir hjá Fólkaflokkinum fáorðaðir, og vilja ikki gera viðmerkingar til tunnilsmálið, tí teir bíða eftir rættarnevndini.

Bíða eftir frágreiðingini

Í gjár kom undan kavi í Degi og Viku, at umsitingin hevur nógvar viðmerkingar til uppskotið hjá Kára P. Højgaard. Viðmerkingar sum ikki hava verið frammi fyrr. Tað hevur fingið Kaj Leo Holm Johannesen,løgmann at biðja Innlendismálaráðið um eina frágreiðing.

Og fyrr enn tann frágreiðingin er komin, vil Fólkaflokkurin ikki gera viðmerkingar til málið, sigur Jákup Mikkelsen, formaður í tingbólkinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860