SEV kunnar um orkutørvin

SEV kunnar um orkutørvin
Ein av neyðugu ætlanunum er at nútímansgera verkið á Sundi, ein ætlan sum SEV hevur arbeitt við í fleiri ár
 
26.09.2013 - 11:17

Í morgin fer SEV at kunna kommunurnar um framtíðar orkutørvin, og hvat er neyðugt at gera, fyri at nøkta orkutørvin.

SEV fer at kunna um Vindmyllulundina í Húsahaga, tørvin á nýggjum framleiðslumátti í meginøkinum og tørvin á nýggjum framleiðslumátti í Suðuroy, har elnýtslan er vaksin nógv síðani Varðin Pelagic byrjaði at taka ímóti fiski.

Tosað hevur verið um at nútímansgera verkið á Sundi, og at leggja kaðal frá meginøkinum til Suðuroyar.

Tað eru kommunurnar sum eiga SEV.

SEV hevur latið gjørt tvær frágreiðingar, eina um orkutørvin í meginøkinum og eina um orkutørvin í Suðuroy.

"Hóast SEV hugsar grønt og ger sær stóran ómak at byggja skilagott út við varandi elframleiðslu, so krevur veitingartrygdin, at neyðugt er at endurnýggja og útbyggja tryggu veitingarverkini, tað vil siga tey sum nýta olju", sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Sean Long um Self Hell
175031
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Hauptmann um Warriors
175028
Hósdag 30. mai
Jazzofonin 30. mai 2024
175846
Nýggjastu sendingar í SV