Kári P. Højgaard: Full heimild at lova CIP endurgjald

bannari
Kári P. Højgaard: Full heimild at lova CIP endurgjald
Fyrrverandi landsstýrismaðurin í innlendismálum hevur svarað landsstýrismálanevndini, sum kannar málið
 
14.10.2013 - 10:28

Løgfrøðiliga tilráðingin hjá Kára P. Højgaard, landsstýrismanni, segði, at hann hevði fulla heimild at lova Copenhagen Infrastructure Partners eina millión krónur fyri útreiðslurnar hjá felagnum, fekk felagið ikki endaligt svar frá landsstýrinum um Eysturoyartunnilin fyri 31.august.

Tað sigur Kári P. Højgaard í svari sínum til Landsstýrismálanevndina. Nevndin vildi eisini hava at vita frá honum, hví hann ikki brúkti eitt svar hjá Landsverki, tá hann svaraði einum spurningi frá løgtingsmonnunum Høgna Hoydali og Akseli V. Johannesen um Eysturoyartunnilin.

- Hvussu nógv skal føroyska samfelagið gjalda eyka um árið, tá eitt privat felag skal hava vinning av fígging og rakstri, samanborið við, um landið sjálvt stóð fyri arbeiðinum, spurdu tingmenninir.

1,9 til tríggjar milliardir

Sambært Landsverki verður tunnilin 1,9 til tríggjar milliardir krónur dýrari sum privat verkætlan. Í mars í fjør var metingin, at privata ætlanin var 800 milliónir krónur dýrari, sigur Kári P. Højgaard í svarinum til Landsstýrismálanevndina. Men tað segði hann ikki í svarinum til Høgna Hoydal og Aksel V. Johannesen.

Kári P. Højgaard sigur, at Landsverk hevði onga frágreiðing um váðan samabornan við rentuna, sum CIP krevur.

- Tí helt eg sum landstýrismaður ikki, at eg kundi leggja navn til, at spurningurin bleiv svaraður, sum Landsverk mælti til, sigur Kári P. Højgaard.

Seta fingramerki á svar

Hann heldur ikki, at landsstýrisfólk eiga at lata svar hjá embætisfólki fara víðari, uttan at landsstýrisfólkið setir síni fingramerki, sum hann sigur, á tey. Landstýrisfólk hava endaligu ábyrgdina av, at svarini, sum fara út úr húsinum, eru røtt. Skulu landstýrisfólk geva tað svar, sum embætisfólkini koma við, verða tey bara "ein stempulmaskina,“ sigur Kári P. Højgaard.

Men Landsstýrismálanevndin kannar, um hann hevur dult týðandi upplýsingar fyri løgtinginum, upplýsingar, sum eru neyðugar hjá tingfólki at hava fyri at kunna viðgera og taka støðu til eitt mál. Landsstýrismálanevndin hevur fund 24.oktober, og fer tá at taka støðu til svarið hjá Kára P. Højgaard.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. februar
Jambalaja - 210226
204591
Leygardag 21. februar
Vikugesturin: Øll hava rætt til verju
204585
Leygardag 21. februar
Upp á tá - 200226
204584
Leygardag 21. februar
Vikan 21. februar 2026
204582
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 21. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: VÍF - Kyndil
204604
Leygardag 21. februar
Steypafinalan hjá monnum: Kyndil - H71
204607
Leygardag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204575
Fríggjadag 20. februar
Veðrið
204564
Fríggjadag 20. februar
Ronja í løtuni í Kaldbak
204483