Soleiðis brúkar tú Podcast frá Kringvarpinum

Soleiðis brúkar tú Podcast frá Kringvarpinum
80 ymiskar útvarps- og sjónvarpssendingar hjá Kringvarpinum kunnu nú takast niður í tín teldil og snildfon. Sí her, hvussu tú brúkar tænastuna
 
25.10.2013 - 08:00

Góðan morgun Føroyar, Dagur & vika, Brunsj, Kyn og kenslur, In mente og 3-2, umframt 75 aðrar útvarps- og sjónvarpssendingar kunnu nú takast niður í tín teldil og snildfon.

SÍ YVIRLIT Hesar KvF-sendingar fáast sum Podcast

Tænastan nevnist Podcast. Í stuttum merkir tænastan, at tú nú kanst taka niður flestu sendingarnar hjá Kringvarpinum, og hyggja ella lurta, tá tú hevur hug ella stundir.

Tekur tú niður sendingarnar í tin teldil ella snildfon, nýtist tær ikki at hava internetsamband, tá tú skalt hyggja ella lurta eftir sendingunum.


Tekna hald upp á sendingar

Tú kanst tekna hald upp á tær sendingar, ið hava áhuga tín. Á hendan hátt nýtist tær ikki at fylgja við, nær ein nýggj sending er komin, tí tú fært eina fráboðan.

SÍ EISINI Kringvarpið hækkar tænastustøðið á netinum

Teknar tú til dømis hald upp á Dag & viku, fært tú eina sjálvvirkandi fráboðan á tín teldil ella snildfon, ið boðar frá, at ein nýggj sending, sum tú hevur teknað hald upp á, er tøk.

Flestu teldlarnir og snildfonirnar kunnu eisini setast upp soleiðis, at nýggjar sendingar, tú hevur teknað hald upp á, sjálvvirkandi verða tiknar niður á tína eind.


Podcast til Android

Hevur tú eina snildfon ella ein teldil frá til dømis Samsung ella HTC, brúkar eindin sonevndu Android-stýriskipanina sum høvuðsforrit.

Fyri at kunna brúka Podcast-tænastuna nýtist tær ein sonevndan Podcast-lesara. Tað vil siga eina appu, ið heldur eyga við, nær nýggjar sendingar eru tøkar.

Tak niður ein sonevndan Podcast-lesara til Android á slóðini her Android Podcast Apps on Google Play Store. Leita eftir Kringvarp í lesaranum, ella tekna hald í yvirlitinum her
kvf.fo | Podcast.


Podcast til Apple

Allir teldlar og snildfonir hjá Apple kunnu setast upp til at brúka Podcast. Tú kanst annaðhvørt velja at lurta ella hyggja uttan at taka niður sendingarnar, ella tú kanst taka niður sendingarnar.

Brúka forritið Podcasts í iPad-teldlunum ella iPhone-snildfonunum. Leita eftir Kringvarp við leitifunkuni í appuni fyri at síggja tann fullfíggjaða listan við sendingum hjá Kringvarpinum.

Brúkar tú iTunes á telduni, vel iTunes Store, vel Podcasts og leita síðani eftir Kringvarp. Brúkar tú Apple TV, vel Podcasts og leita síðani eftir Kringvarp.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. mai
Morgunlestur hósdagur 2. mai 2024
174292
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Mikudag 1. mai
Morgunlestur mikudagur 1. mai 2024
174291
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418