Háspenningslinjur dotnar niður á ringvegin í Havn

Háspenningslinjur dotnar niður á ringvegin í Havn
Klokkan 17:50 duttu háspenningslinjur á Norðara Ringvegi í Havn niður á koyribreytina
Tað er her, tætt við Kringvarpshúsini í Sortudíki, at háspenningslinjurnar duttu niður klokkan 17:50
Mynd: KvF  
 
15.12.2013 - 19:44

Norðari Ringvegur í Havn er afturlatin fyri allari ferðslu, eftir at háspenningslinjurnar duttu niður á vegin stutt fyri klokkan seks í kvøld.

Í løtuni eru løgregla og bjargingar- og sløkkiliðsfólk á staðnum. Enn er ikki greitt, nær vegurin letur upp aftur.

Niðurdotnu háspenningslinjurnar hava eisini við sær, at ein stórur partur av landinum í løtuni hevur mist streymin.

Enn er ikki greitt, nær streymurin kemur aftur, sigur Finn Jakobsen, deildarstjóri fyri tøkni hjá SEV, við Kringvarpið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541