EFTIRLÝSING: Send okkum tínar myndir frá ódnini

EFTIRLÝSING: Send okkum tínar myndir frá ódnini
Tókst tú myndir, tá ódnarveðrið leikaði harðast á? Ella sært tú skaðarnar frá ódnarveðrinum, tá tað lýsir fyri degi, vilja vit fegin frætta frá tær
Hendan bingjan í Kollafirði knústi fleiri bilar. Tókst tú eisini eina mynd í gjár, ella fert tú í morgun, tá tað lýsir fyri degi, vilja vit frætta frá tær
Mynd: Páll Rói Poulsen  
 
16.12.2013 - 00:30

Bilar knústust, eitt skip sleit og rak fyri vág og vind og húsatekjur fóru í vindinum. Ódnarveðrið hevur gjørt skaðar kring alt landið, men hvussu sær út, har tú ert ella vart í gjár?

Tókst tú myndir, tá harðast leikaði á? Ella fert tú út í morgun við myndatóli ella fartelefon, tá tað lýsir fyri degi?

Redaktiónin á kvf.fo vil fegin vísa okkara lesarum, hvørjar skaðar ódnarveðrið, sum gjørdi um seg um vikuskiftið, hevur gjørt kring alt landið.

Tí vilja vit fegin frætta frá júst tær. Send okkum tínar myndir frá ódnarveðrinum um vikuskiftið til netvarp@kvf.fo, viðmerk "Myndir frá ódnarveðrinum."

SÍ EISINI Ódnarveðrið: Her eru myndirnar frá lesarunum

Í dag savna vit myndirnar frá okkara lesarum saman og vísa tær á kvf.fo. Tú kanst eisini skriva nakrar reglur um, hvat sæst á myndunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204788
Týsdag 24. februar
Veðrið
204758
Týsdag 24. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204737
Týsdag 24. februar
Stjørnan í fjóðra parti
204729
Mánadag 23. februar
Veðrið
204693