Føroyar fáa sendistovu í Moskva

Føroyar fáa sendistovu í Moskva
Nú verður sjøtul settur á arbeiðið at fáa eina føroyska sendistovu í Moskva. Løgtingið játtaði í gjárkvøldið tvær milliónir krónur til endamálið
 
18.12.2013 - 21:09

Fyri sjey døgum síðani var tað annars nógv, sum bendi á, at sendistovan kom ikki við bræði. Løgmaður vildi hava pengar til endamálið, men Fíggjarnevndin mælti til, at løgmaður fór í fyrsta umfari í Løgtingið við einari frágreiðing um, hvussu mest fæst burtur úr teimum sendistovunum, Føroyar hava nú.

Fíggjarnevndin metti, at tá frágreiðingin var klár, kundi Løgtingið samtykkja eina játtan til sendistovu. Við triðju viðger í gjár vóru pengarnir kortini játtaðir uttan nakra uttanríkispolitiska frágreiðing.

Vildi hava pengarnar nú

Fíggjarnevndin tekur undir við ætlanunum at seta sendistovu á stovn í Russlandi, men vildi hava avgerðina betri grundaða við einari frágreiðing.

Bárður Nielsen er formaður í fíggjarnevndini.

- Tað er neyðugt at vita, hvussu vit fáa mest burturúr einstøku sendistovunum. Avgerðin at játta hesar pengarnar til Moskva er ikki betri grundað uttan frágreiðingina, men løgmaður vildi hava pengarnar nú, og fíggjarnevndin valdi at geva eftir, sigur hann.

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hevur mett at farast skuldi skjótast tilber undir arbeiðið at fáa sendistovu í Moskva. Tí vildi hann ikki bíða eftir pengunum til uttanríkispolitiska frágreiðingin var latin Løgtinginum.

Fíggjarnevndin valdi at gera, sum løgmaður segði

Bárður Nielsen staðfestir, at broytingin er útreiðsluneutral.

- Støðan er fyri so vítt óbroytt. Vit vilja hava eina uttanríkispolitiska frágreiðing, men vit hava játtað pengarnar, tí landsstýrið vildi hava pengarnar nú, sigur hann. Føroyar hava sendistovu í Reykjavík, London, Keypmannahavn og Brússel, sum støðan er nú.

Hesar sendistovurnar kosta áleið 12,5 milliónir krónur at reka árliga. Og nú verða tvær milliónir afturat til sendistovu í Russlandi. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sigur í tíðindabrævi, at hetta er ein stórur politiskur dagur fyri føroyskan uttanríkispolitikk.

Sendistovan í Russlandi verður eitt týdningarmikið amboð hjá Føroyum at styrkja handilsviðurskiftini við Russland og onnur eystanlond, sigur hann. Málið er at fáa sendistovuna at virka í 2014.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 1. mai
Vikuskiftið 1 mei 2026
207813
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta í Havnar kirkju
207806
Hósdag 30. apríl
RagnarRokk 30.apríl 2026
207342
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 2. mai
Andakt
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472