Kanningarstjórin ætlaði at skriva undir við CIP

bannari
Kanningarstjórin ætlaði at skriva undir við CIP
Skjøl, sum útvarpið hevur fingið innlit í, vísa, at gegnistrupulleikin hjá Annfinni V. Hansen, kanningarstjóra, veksur
Annfinn V. Hansen, ið tók á seg uppgávuna at vera kanningarstjóri í tunnilsmálinum, ætlaði at skriva undir sáttmála um fígging av Skálafjarðartunlinum vegna Samhaldsfasta
Mynd: KvF  
 
09.01.2014 - 12:41

Gegnistrupulleikin hjá kanningarstjóranum í tunnilsmálinum veksur. Skjøl vísa nú, at Annfinn Vitalis Hansen, sum formaður fyri Samhaldsfasta, var á gáttini til at skriva undir sáttmála við Copenhagen Infrastructure Partners um fígging av Skálafjarðatunlinum.

Oman á tað, at kanningarstjórin í tunnilsmálinum, sum sambært lóg skal vera óheftur, hevur mett um málið alment áður, og umframt tað, at hann í august var á fundi í Fíggjarmálaráðnum um møguliga at seta pengar úr Samhaldsfasta í nýggja tunnilsætlan - so var Annfinn Vitalis Hansen sum formaður í Samhaldsfasta á gáttini til at skriva undir eina avtalu við Copenhagen Infrastructure Partners um fígging av Skálafjarðatunlinum seint í juni mánaði í fjør.

Var í beinleiðis tingingum

Skjøl, sum útvarpið hevur fingið innlit í, vísa, at Samhaldsfasti við Annfinni Vitalis Hansen var í beinleiðis tingingum við Copenhagen Infrastructure Partners í mai og juni í fjør, og at partarnir skrivaðu undir trúnaðarsáttmála um tunnilsviðurskiftini, sum CIP og Samhaldsfasti umrøddu.

Skjølini vísa eisini, at ætlanin var, at Samhaldsfasti skuldi skriva undir sáttmálan við CIP tann 26. juni, tá ætlanin var at hava tunnilshátíðarhald í Eysturoynni.

SÍ EISINI Her eru skjølini í samskiftinum um tunnilin

Tá Lív, sum eisini var partur av tunnilsætlanini, tann 30. mai bjóðar Samhaldsfasta á kunnandi fund um, hvussu ein ítøkiligur fíggingarleistur kann síggja út, svarar Samhaldsfasti, at tey í fyrstu atløgu ikki taka av, tí Samhaldsfasti - sitat - "er í beinleiðis samskfti við CIP." 

Tað vísir innlitið, sum útvarpið hevur fingið, eisini, hóast okkum enn vanta fleiri skjøl, av tí at Annfinn Vitalis Hansen vegna Samhaldsfasta hevur skrivað undir trúnaðaravtalu við Copenhagen Infrastructure Partners, sum ger, at skjølini ikki kunnu almannakunngerast uttan víðari.

Samskiftið byrjaði í mai

Samskiftið byrjar sambært skjølunum tann 3. mai, við at skrivarin hjá Samhaldsfasta eftir ein fund millum partarnar sendir Rúna Bro Róin í CIP teldupostadressur og telefonnummar hjá sær og Annfinni Vitalis Hansen í sambandi við, at CIP skal senda teimum upplýsingar um tunnilsverkætlanina.

Tveir dagar seinni, 5. mai, skrivar Rúni Bro Róin frá CIP aftur:

"Kære Malan og Anfinn Tak for en god drøftelse forleden. Henrik (advokaturin, red.) vil forberede oplæg til fortrolighedsaftale, som kan fremsendes til jer - måske allerede mandag. Så snart den er på plads, kan jeg fremsende lidt materiale om projektet, investeringsmuligheden samt rammerne for koncessionsaftalen. Mange hilsner Rune."

Uppskot til trúnaðaravtalu

Henrik Rossing Lønberg, sum er advokaturin hjá CIP, sendir longu dagin eftir Annfinni Vitalis Hansen og skrivara hansara í Samhaldsfasta uppskot til eina trúnaðaravtalu. 14. mai svarar hon CIP-advokatinum:

"Jeg har i dag talt med formanden Annfinn V. Hansen. Han mener at der ikke er noget i vejen med, at AMEG underskriver aftalen" - tó, skrivar hon, at tað er við teirri treyt, at trúnaðaravtalan kemur undir bæði fyrisitingarlóg og lógina um alment innlit.

Sama dag, 14 mai, sendir skrivarin aftur teldupost til CIP og advokat teirra, umframt at Annfinn Vitalis Hansen er við á cc. Her verður nevnt, at partarnir hava havt fund "ude i Tinganes", og hesin telduposturin snýr seg um at avtala nýggjan fund millum partarnar, tá CIP aftur er í Føroyum.

Í svarinum skrivar Rúni Bro Róin frá CIP: "Vi er under alle omstændigheder på Færøerne ultimo den kommende uge, så for ikke at risikere at komme på bagkant, kunne vi eventuelt benytte lejligheden til at drøfte hovedvilkår?"

Ikki viðgjørt í stýrinum

Tað er Annfinn Vitalis Hansen sjálvur, sum svarar: "Hej Rune Selvfølgeligter det ikke noget problem at tage en drøftelse, mens I er på Færøerne. Af formalia er selvfølgeligt, at sagen på dette tidspunkt ikke har været behandlet i vores bestyrelse. Et andet MEGET vigtigt punkt er vores overordnede hjemmel til at deltage (...) Regelværket fastsættes af landsstyret, så vi har drøftelser den vej også. Virðingarmest Annfinn Vitalis Hansen."

Tað merkir, at Annfinn Vitalis Hansen eisini hevur verið í tingingum við landsstýrið um at broyta reglurnar fyri Samhaldsfasta í mai mánaði, so hann kundi seta pening í tunnilsverkærtlanina hjá CIP.

SÍ EISINI Eivin Jacobsen: Álitið á kanningina fokið

Tað er júst leikluturin hjá løgmanni og fyrrverandi landsstýrismanninum, Kára P. Højgaard í tunnilsverkætlanini hjá hesum sama CIP, sum Annfinn Vitalis Hansen nú situr og kannar fyri Føroya Løgting.

Rúni Róin svarar og spyr, um teir ikki skulu hittast á advokatskrivstovuni hjá Annfinni Vitalis Hansen í Havn.

17. mai er aftur bræv frá advokatinum hjá CIP. "Vi vil være taknemmelig, hvis I vil (...) underskrive den tilrettede fortrolighedsaftale, således jeg kan sende jer oplæg til commitment letter og term sheet vedrørende mezzanfinansiering, som vi ser frem til at drøfte med jer næste uge på Færøerne."

Áhugaverd íløga

3. juni hevur stýrið í Samhaldfasta havt fund um tunnilsfíggingina og niðurstøðan er, sum tað verður skrivað í brævi til CIP: "en attraktiv investering - Fonden ønsker dog ikke at placere mere end 5 prosent af aktiverne i en enkel investering, og det vil i dette tilfælde være omkring 50 mio."

Eina viku seinni stendur, at "Annfinn hevur loddað dýpið hjá politisku skipanini um eina møguliga broyting í íløguheimildini. Signalið er jaligt, og vit fara nú at senda fíggjarmálaráðnum umsókn um at bropyta heimildina".

Sama dag skrivar Rúni Róin frá CIP: "Vi forventer at projektet og deltagere offentliggøres i forbindelse med underskrift af koncessionsaftalen den 27. juni."

Men 25 juni. - tveir dagar áðrenn undirskrivast skuldi, verður trýst á stoppknøttin og skrivarin hjá Vitalis Hansen skrivar til CIP: "I øjeblikket går vi ud fra - fra det vi hører fra pressen på Færøerne - at en underskrivning for vores vedkommende ikke længere er aktuel på onsdag."

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010