Ferðsluvanlukkan: Avhoyringar í dag

Ferðsluvanlukkan: Avhoyringar í dag
Bilurin, sum tey fýra ungfólkini vóru í, koyrdi einar 100 metrar, eftir at hann fór út av vegnum
Jón Klein Olsen, varapolitinspektørur, sigur, at alt bendir á, at bilførarin hevur koyrt ov skjótt
Mynd: KvF  
 
13.01.2014 - 15:54

Teir tríggir ungu menninir, sum sluppu frá ferðsluvanlukkuni á Argjum á lívi, verða í dag avhoyrdir. 

Tað var leygarnáttina, at ein Ford Mondeo fór út av vegnum á Traðagøtu á Argjum, og við nógvari ferð fór gjøgnum bøin og millum tvey hús, og víðari tvørtur um Støðlagøtu, har hann rendi á ein garð.

SÍ EISINI Ferðsluvanlukka á Argjum kravt eitt mannalív

Talan er um 100 metrar, sum bilurin hevur koyrt, eftir at hann fór útav vegnum. Ein 17 ára gomul genta, sum var í bilinum, doyði á staðnum.

Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur, sigur, at alt bendir á, at bilførarin ikki hevur hildið hámarksferðina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961