Illgruni um, at alt er ikki farið rætt fram

Illgruni um, at alt er ikki farið rætt fram
Tórshavnar Kommuna hevur heitt á løgregluna um at kanna raksturin hjá frítíðarskúlanum, har Levi Mørk, fyrrverandi býráðslimur, hevur verið leiðari
Fyrrverandi leiðarin fyri Frítíðarskúlan og Klubb 188 í Hoyvík er meldaður til løgregluna fyri fíggjarligt óreglusemi
 
21.01.2014 - 10:20

Tórshavnar Kommuna hevur meldað málið fyrrverandi leiðarin á Frítíðarskúlanum og Klubb 188 í Hoyvík, Levi Mørk. 

Sambært tíðindaskrivi frá Tórshavnar Kommunu, er illgruni um, at handfaringin hjá leiðaranum av ávísum fíggarligum viðurskiftum ikki farin rætt fram. Talan er tíðarskeiðið frá 2012 - 2013.

Levi Mørk var býráðslimur fyri Javnaðarflokkin frá 2009 til 2012, og er varalimur hetta valskeiðið.

 

v tí at málið er latið løgregluni, ger kommunan ikki viðmerkingar til málið, skrivar kommunan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087