Makrelurin: 0,8 prosent skilja partarnar

Makrelurin: 0,8 prosent skilja partarnar
Samráðingarnar um makrelin verða tiknar uppaftur í annaðkvøld. Heildarkvotan verður væntandi størri enn 900.000 tons, sum fiskifrøðin mælir til
 
04.02.2014 - 11:50

0,8 prosent skilja partarnar í trætuni um makrelkvotuna. Og tey 0,8 prosentini skulu finnast í heildini, so talið 100,8 prosent enda á 100 prosentum, sum skulu býtast millum strandarlondini.

Tað váttar føroyski samráðingarleiðarin Herluf Sigvaldsson. Hann sigur eisini, at heildarkvotan av makreli verður væntandi munin størri enn tey knappliga 900.000 tonsini, sum fiskifrøðingarnir í ICES mæla til.

Kann verða nógv

0,8 prosent ljóða ikki av nógvum. Men tá talan er um so stórar nøgdir, blíva 0,8 prosent nógv kortini. Verður heildarkvotan til dømis ein millión tons, eru 0,8 prosent 8.000 tons. Og er kiloprísurin til dømis fimm krónur er talan um 40 mió. kr.  

Samráðingarnar um makrelin verða tiknar upp aftur í London klokkan seks í annaðkvøld. ES hevur samráðingarleiðsluna nú í 2014, og John Spencer, samráðingarleiðarin hjá ES, mælti í gjár til at halda fram við samráðingunum í morgin. Føroyar svaraðu longu í gjár, at tað er í lagi. Ísland svaraði eisini ja í gjár, og fyrrapartin tók Norra undir við tilmælinum hjá John Spencer.

Norðhavssild og svartkjaftur

John Spencer hevur sagt, at til ber at halda fram við samráðingunum um makrelin hósdagin og fríggjadagin. Klokkan tvey í morgin byrja samráðingarnar um norðhavssildina. Tær verða eisini í London. Ísland, sum hevur samráðingarleiðsluna í ár, hevur sett tveir dagar av til norðhavssildina. Og í morgun byrjaðu samráðingarnar um svarkjaftin. Tær eru eisini í London.   

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. juni
Skratsj 24. juni 2026
210120
Mikudag 24. juni
Morgunlestur mikudagur 24.juni 2026
209940
Týsdag 23. juni
Millum tøkini #11: Jóansøka
210084
Týsdag 23. juni
Morgunlestur týsdagur 23.juni 2026
209939
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980