- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lego-filmur væl móttikin í USA

Teldugjørdi filmurin, »The Lego Movie«, ið er bygdur á heimskendu brikkarnar hjá donsku fyritøkuni Lego, er nú aðru vikuna á rað mest sæddi filmurin í USA og Kanada.

Bert nú um vikuskiftið sóu so nógv fólk í USA og Kanada filmin, at inntøkurnar frá filminum vóru 49 milliónir dollarar ella gott og væl 270 milliónir krónur.

Fyrsta vikuskiftið, filmurin varð vístur, vórðu atgongumerki seld fyri 69,1 milliónir dollarar, slakar 380 milliónir krónur, skrivar tíðindastovan hjá Ritzau.

Filmurin rakar allar aldursbólkar

Orsøkin, til at Lego-filmurin er so væl móttikin millum bæði børn og gomul, er, at filmurin rakar allar aldursbólkar, sigur Dan Fellman, talsmaður fyri framleiðaran, Warner Brothers.

- Filmurin er bæði fyri ein fimm ára gamlan og ein, sum er 85. Teimum fimm ára gomlu dáma filmin, og tað gera eisini foreldur og ommur og abbar teirra, sigur Dan Fellman.

Longu nú eru inntøkurnar frá »The Lego Movie« so munagóðar, at tosað verður um at framleiða fleiri partar í framtíðini. Nær og um hetta verður gjørt, er kortini ikki greitt enn.