Viknandi Golfstreymur onga ávirkan á fiskin

Viknandi Golfstreymur onga ávirkan á fiskin
Broytingarnar henda yvir 100 ár, og tí klárar vistskipanin at laga seg
 
25.02.2014 - 07:57

Vandi er fyri, at Golfstreymurin viknar 15 til 10 prosent. Men fiskurin hvørvur ikki fyri tað, um sjógvurin á okkara leiðum kólnar.

Granskarar á Bjerkness stovninum í Bergen kunngjørdu í síðstu viku úrslit, sum hava vakt ans, í vísindatíðarritinum Science.Granskingin hjá teimum bendir á, at Golfstreymurin kann broytast munandi næstu hundrað árini, tí djúphavsstreymurin er so óstøðugur. 

Kaldari Atlantshav

Viknar Golfstreymurin verður Atlantshavið kaldari, sigur Eirik Galaasen, leiðari hjá granskarunum, sum hava kannað Golfstreymin, við Fiskaren. Men hetta fer ikki at ávirka fiskastovnarnar, sigur Svein Sundby, veðurlagsgranskari á norska havgranskingarstovninum.

Hóast broytingarnar í Golfstreyminum kunnu gerast ógvisligar, henda tær ikki yvir tíggju ár, men hundrað ár, so vistskipanin í sjónum klárar at laga seg eftir broytingunum. Fær fiskurin 30 ár at laga seg eftir broytingunum, er eingin vandi á ferð. Men henda broytingarnar í Golfstreyminum yvir tíggju ár, so kann øll vistskipanin koma í vanda, sigur Svein Sundby við Fiskaren. 

Hann sigur tó eisini, at fiskastovnar kunnu fara at ferðast meira enn higartil hildið, tí hitin í sjónum ávirkar fiskastovnarnar.  

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. mars
Norðurljóð 16.mars 2026
205382
Mánadag 16. mars
RagnarRokk: Chase Wilson um Endless
205697
Mánadag 16. mars
Fótbóltsprát
205696
Mánadag 16. mars
Andgletturin
205678
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. mars
Veðrið
205709
Mánadag 16. mars
Framsókn í heita stólinum (1:7)
205698
Mánadag 16. mars
Andgletturin - Javnaðarflokkurin
205676