Bygningar í New York rapaðir eftir spreinging

Bygningar í New York rapaðir eftir spreinging
Tveir bygningar í New York eru rapaðir eftir eina spreinging, skrivar The New York Times. Tvey fólk eru deyð, fyribils eru 12 fólk saknað
Tvey fólk latið lív, 16 hava fingið skaða og 12 eru saknað, aftaná eina spreinging í tveimum bygningum á Manhattan, New York
Mynd: AP  
 
12.03.2014 - 14:28

Tveir bygningar eru rapaðir í Manhattan, New York eftir eina spreinging, ið hendi klokkan 13:31 í dag, føroyska tíð, skrivar The New York Times.

Tvey fólk hava latið lív, 16 eru send á sjúkrahús og 12 eru saknað, upplýsa myndugleikarnir í New York fyri amerikanskum netmiðlum.

Óttast verður eisini, at enn fleiri fólk kunnu liggja undir húsaleivdunum enn almenna talið.

Í løtuni stríðast fleiri enn 150 sløkkiliðsfólk við at fáa tamarhald á støðuni, sum greitt yvirlit ikki er yvir enn, skrivar The New York Times.

Mett verður, at tað var ein gassleki, ið elvdi til spreinginina í New York um døgverðatíð í dag.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
Nýtt ljóð
212666
Hósdag 3. september
Eitt korter við jazzi
212647
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514