Uppskotið um at loyva borgarligt hjúnaband fall

Uppskotið um at loyva borgarligt hjúnaband fall
Undirtøka fekst ikki í Løgtinginum um at broyta hjúnabandslógina, ið loyvir samkyndum borgarligt hjúnaband, tá onnur viðgerð var í dag
11 tinglimir atkvøddu fyri og 20 ímóti, tá onnur viðgerð um at broyta hjúnabandslógina var til viðgerðar í Løgtinginum í dag
 
13.03.2014 - 15:44

Løgtingið feldi eftir døgverða hósdagin uppskotið, ið Rigmor Dam úr Javnaðarflokkinum, Poul Michelsen úr Framsókn og Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi løgdu fyri Løgtingið.

11 tingfólk atkvøddu fyri at taka undir við uppskotinum meðan 20 tingfólk atkvøddu ímóti uppskotinum hjá teimum trimum tingfólkunum, tá atkvøtt varð til aðru viðgerð í dag.

SÍ EISINI Hjúnabandslógin til aðru viðgerð í dag

Áhugafelagsskapurin LGBT royndi, áðrenn uppskotið varð viðgjørt í Løgtinginum í dag, at ávirka tinglimir til at samtykkja uppskotið, men tað var til fánýtis.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Eitt korter við jazzi
208926
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852