529 fólk í Muslimska Brøðralagnum deyðadømd

529 fólk í Muslimska Brøðralagnum deyðadømd
Ein dómstólur í Egyptalandi hevur dømt 529 fólk til deyða, tí tey hava stuðlað frákoyrda forsetan, Mohammed Mursi
529 fólk í Egyptalandi eru dømd til deyða, tí hava stuðlað frákoyrda forsetanum, Mohammed Mursi
Mynd: AP

24.03.2014 - 11:21

Dómurin kemur í kjalarvørrinum í ákærum um, at fólkini hava myrt ein løgreglumann og framt álop á fleiri onnur sivil fólk í Egyptalandi, skrivar BBC.

Myndugleikarnir hava sligið hart niður á viðhaldsfólk hjá Mohammed Mursi, síðan hann fyrst í juli mánað varð koyrdur frá valdinum í landinum.

SÍ EISINI <a href="http://kvf.fo/Archive_Articles/2012/06/18/herurin-tiki-valdi-egyptalandi... tikið valdið í Egyptalandi

Hundraðtals fólk eru myrd í ófriðnum í Egyptalandi seinastu mánaðirnar, og túsundtals fólk hava fingið skaða í samanbrestum í Egyptalandi.

Deyðadómurin kann kærast

Hóast tey 529 fólkini hava fingið deyðadóm í rættarskipanini í Egyptalandi, er enn ikki heilt vist, at tey øll verða tikin av døgum fyri leiklut sínar í ófriðnum.

Deyðadómar verða oftani feldir í Egyptalandi, men tað er verri enn so altíð, at dómarnir verða útintir, sigur ein forsprákari fyri mannarættindum í landinum.

SÍ EISINI <a href="http://kvf.fo/Archive_Articles/2013/08/19/fleiri-enn-800-folk-deyd-i-egy... enn 800 fólk deyð í Egyptalandi seinastu dagarnar

Seinasti rættarfundurin verður eftir ætlan 28. apríl. So statt hava deyðadømdu fólkini í Egyptalandi fimm vikur at kæra dómin, so sleppast kann undan hópavrætting.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. mai
LEITISSTEIN 30.04.2024 (Hamradun)
174433
Týsdag 30. apríl
Samværi 033 - at geva út
174140
Týsdag 30. apríl
Góðan morgun Føroyar
174385
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418
Týsdag 30. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174398
Sunnudag 28. apríl
Andakt við Jóhan Peturi Johannesen
174283