Tosa við partarnar í morgin

Tosa við partarnar í morgin
Í hesi vikuni, kanska longu í morgin, fara semingsmenninir at tosa við sjúkrarøktarfrøðingarnar og Lønardeildina, um til ber at finna semju
Terji Sigurðsson, semingsmaður, lesur nú tilfariðigjøgnum saman við Símuni Absalonsen, og kanska longu í morgin fara teir at tosa við stríðandi partarnar hvør sær
 
25.03.2014 - 12:18

Seinnapartin í gjár varð Semingsstovnurin boðsendur at royna at fáa semju í sáttmálatrætuni millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum. 

Tey royna at gera nýggjan sáttmála fyri tann, sum fór úr gildi 1.oktober í fjør.

Men seinnapartin í gjár ásannaðu tey, at nú slapst ikki longur við vanligum samráðingum, og Semingsstovnurin varð boðsendur.

Terji Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at fundur var við báðar partar í gjár, og har fekk Semingsstovnurin kunning um støðuna og samráðingargongdina. 

Nú lesa semingsmenninir tilfarið, sum teir fingu í gjár, og í hesari vikuni, kanska longu í morgin, fara teir at tosa við partarnar hvør sær fyri at vita, um til ber at fáa teir at semjast.

Hvørgin parturin hevur boðað frá arbeiðssteðgi, verkfalli ella verkbanni.

Sambært Terja Sigurðsson er ósemjan um pengar, um løn og um eftirlønina hjá tímaløntum.  

Umframt Terja Sigurðsson er Símun Absalonsen semingsmaður.

Óluva í Gong, forkvinna fyri sjúkrarøktarfrøðingarnar, hevur ongan viðmerking.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. mai
LEITISSTEIN 28.05.2024
175754
Týsdag 28. mai
Mono: Jóhann G. Jóhansson (4:5)
175720
Týsdag 28. mai
Breddin: Støðan í verkfallinum
175705
Týsdag 28. mai
Morgunlestur týsdagur 28. mai 2024
175633
Mánadag 27. mai
Norðurljóð 27.mai 2024
175665
Nýggjastu sendingar í SV