Kæra Johan Dahl til landsstýrismálanevndina

Kæra Johan Dahl til landsstýrismálanevndina
Andstøðuflokkarnir halda, at misálitisváttan eigur at verða reist móti landsstýrismanninum í vinnumálum fyri fíggjarliga óskilið á Strandferðsluni
 
06.05.2014 - 15:47

Johan Dahl, landsstýrismaður í samferðslumálum, er nú kærdur til landsstýrismálanevndina fyri fíggjaróskilið á Strandfaraskipum Landsins.

Løgtingsgrannskoðararnir komu í síðstu viku við hvøssum atfinningum um fyrisitingina hjá Johan Dahl av Strandferðsluni, men hvørki landsstýrismaðurin sjálvur ella løgmaður vildu taka nakrar avleiðingar av lemjandi frágreiðingini.

- Løgtingsgrannskoðararnir eru ikki nakað dómsvald, segði Johan Dahl eitt nú við Dag og viku fríggjakvøldið um hetta.

Misálit

Men nú hevur øll andstøðan kært landsstýrismannin til landsstýrismálanevndina. Í kæruni siga andstøðuflokkarnir, at teir halda, at misálitisváttan eigur at verða reist móti Johan Dahl. Eftir at hava loddað dýpið millum samgonguflokkarnar bendir tó onki á, at ein misálitisváttan fer at verða samtykt í løtuni. Tí hava andstøðuflokkarnir í fyrsta umfari valt at kæra til Landsstýrismálanevndina.

Í kæruni vísa andstøðuflokkarnir til niðurstøðurnar hjá Løgtingsgrannskoðarunum, sum m.a. staðfesta, at “landsstýrismaðurin ikki kunnaði Løgtingið ella bað Løgtingið um eykajáttan, hóast hann var vitandi um, at játtanin til stovnin ikki fór at halda." 

Niðurstøður

Kæran heitir á Landsstýrismálanevndina um at gera niðurstøður um:

- Hvørt landsstýrismaðurin hevur fyrisitið á lógligan hátt.
- Hvørt landsstýrismaðurin hevur hildið stýrisskipanarlógina.
- Hvørt landsstýrismaðurin hevur hildið lóg um játtanarskipan landsins.
- Hvørt landsstýrismaðurin hevur hildið lóg um ábyrgd landsstýrisins.
- Hvørt landsstýrismaðurin annars hevur røkt tær skyldur sum áliggja honum í fyrisitingini av hesum málinum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858