Fólkatalið í Sandoynni veksur aftur

Fólkatalið í Sandoynni veksur aftur
Í Tórshavnar kommunu búgva nú meiri enn 20.000 fólk
 
13.06.2014 - 14:51

Líkt er til, at tann støðuga fólkaminkingin í Sandoynni seinastu árini nú umsíðir er steðgað.  Ið hvussu bendir nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovuni yvir fólkatalið í Føroyum á tann bógvin. 

Sambært uppgerðini búðu 1231 fólk í Sandoynni 1. apríl í ár sammett við 1230 sama dag í fjør. Sostatt er fólkatalið í hesum tíðarskeiði vaksið við einum fólki - og tað er langt síðani, at tað er hent seinast, skrivar Sandportal.fo. 

1274 fólk í sýsluni

Fólkatalið í Sandoyar sýslu, íroknað Skúvoy og Stóru Dímun, er tilsamans 1274 fólk - eitt fólk meira enn fyri einum ári síðani. 

Sands kommuna er tó tann einasta,av teimum fimm kommununum í Sandoyarøkinum, ið hevur fólkavøkstur. Í kommununi búgva nú 514 fólk ella 15 fleiri enn somu tíð í fjør.

Í Skúvoyar kommunu, ið eisini fevnir um Stóru Dímun, er fólkatalið óbroytt samanborið við einum ári síðani. Har búgva nú 43 fólk - 34 í Skúvoy og níggju í Stóru Dímun. 

Í hinum trimum kommununum er fólkatalið minkað. Í Skopun við tveimum niður í 457, í Húsavíkar kommunu, sum eisini fevnir um Dal og Skarvanes, er ein fluttur úr kommununi, og har búgva nú 120 fólk. Í Skálavík eru 11 flutt, og har búgva nú 140 fólk. 

223 fleiri í øllum landinum

Í Føroyum búgva nú 48.359 fólk ella 223 fleiri enn fyri einum ári síðani. 

Í størstu kommununi, Tórshavnar kommunu, búgva nú 20.015 fólk, og tað eru 218 fleiri, enn somu tíð í fjør. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. februar
Møti í Lívdini
203560
Sunnudag 1. februar
EM-tíðindi - 1. feb 2026
203550
Sunnudag 1. februar
Ættirnar syngja og suða
203544
Sunnudag 1. februar
Bolero
203545
Sunnudag 1. februar
Gudstænasta í Sjóvar kirkju
203546
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. februar
Møti umborð á Ango
203563
Sunnudag 1. februar
Andakt
203561
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450