Súkklari deyður í ferðsluvanlukku

Súkklari deyður í ferðsluvanlukku
Ein maður, 59 ára gamal, lat seinnapartin lív í ferðsluvanlukku í Kollafjarðartunlinum, tá maðurin kom fyri ein bil. Tey avvarðandi eru kunnað
Ein maður á súkklu lat seinnapartin leygardagin lív, tá hann kom fyri ein bil í Kollafjarðartunlinum
Mynd: Tilvildarlig savnsmynd

14.06.2014 - 17:01

Ein 59 ára gamal maður á súkklu doyði seinnapartin, tá hann kom fyri ein bil í Kollafjarðartunlinum, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn, sum fekk fráboðanina klokkan 14:47.

Maðurin kom súkklandi í tunlinum, tá hann av higartil ókendum orsøkum kom fyri ein bil, ið koyrdi suður eftir. Enn veit løgreglan ikki nágreiniliga, hví ferðsluvanlukkan hendi.

Løgreglan er í løtuni í gongd við at avhoyra bilføraran, ið koyrdi bilin, sum koyrdi á mannin á súkkluni, so greiða kann fáast á orsøkina til ferðsluvanlukkuna, ið kravdi eitt lív seinnapartin.

Bilførarin varnaðist ikki mannin á súkkluni

- Tað, sum vit fyribils vita, er, at bilførarin sá ikki mannin á súkkluni, fyrr enn ov seint var, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn, Kristina Christiansen.

Talan er ikki um ein av sonevndu Rynkeby-súkklarunum, ið hava verið at sæð á føroysku vegunum seinastu mánaðirnar, verður upplýst á politistøðini í Havn.

Tey avvarðandi hjá manninum, ið doyði í ferðsluvanlukkuni, eru kunnað um ferðsluvanlukkuna, sigur Kristina Christiansen, vakthavandi á politistøðini í Havn, við kvf.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329