Tveir læknar fingið ebola-sjúkuna

Tveir læknar fingið ebola-sjúkuna
Tveir læknar, ið standa í fremstu røð at basa ebola-virusinum, stríðast sjálvir fyri lívinum, nú teir hava fingið herviligu sjúkuna
Tveir læknar, ið sjálvir stríðast móti ebola-sjúkuni, hava nú fingið staðfest sjúkuna. Síðan januar hevur sjúkan kravt 661 mannalív í Afrika
Mynd: AP  
 
28.07.2014 - 10:59

Amerikanski læknin, Kent Brantly, er nú avbyrgdur á einum viðgerðarheimi fyri ebola-sjúk á Elwa-sjúkrahúsinum í liberiska høvuðsstaðnum, Monrovia, skrivar NRK.

Kent Brantley starvast fyri kristna vælgerðarfelagsskapin, Samaritan's Purse, og er sjúkrahússtjóri á viðgerarheiminum hjá felagsskapinum í Liberia.

- Kent Brantley er giftur og hevur tvey børn. Vit gera alt, vit kunna, fyri at hjálpa honum og familju hansara, sigur felagsskapurin í eini fráboðan.

Annar læknin ið hevur fingið sjúkuna

Amerikanski læknin er tann næsti læknin, ið stríðist við at basa ebola, ið nú sjálvur eisini er fongdur við ebola-virusinum, ið er tað herviligasta nakrantíð.

Í grannalandinum, Sierra Leone, fekk ein afrikanskur lækni eisini staðfest ebola-sjúkuna mikudagin í seinastu viku. Tað er ikki greitt, hvussu læknarnir vórðu fongdir við ebola.

Afrikanski læknin, Sheik Umar Khan, hevur sjálvur staðið á odda í stríðnum at basa ebola-sjúkuni í Sierre Leone, og hevur viðgjørt fleiri enn 100 fólk.

Fleiri sjúkrarøktarfrøðingar latið lív

Áðrenn teir báðir læknarnir fingu staðfest ebola-sjúkuna, hevur ebola eisini kravt lívið hjá fleiri sjúkrarøktarfrøðingum, á viðgerðarstovum í Sierra Leone.

Heilsumyndugleikarnir í Sierra Leone siga, at tríggir sjúkrarøktarfrøðingar, ið frammanundan hava bjargað 1.500 fólkum frá at doyggja av ebola, hava latið lív av sjúkuni.

Sjúkrarøktarfrøðingar, ið framvegis starvast á viðgerðarstovum í Sierre Leone, óttast støðuna, og hava nú biðið um at verða flutt til onnur sjúkrahús í Vesturafrika.

661 fólk deyð av ebola

Higartil eru 661 fólk deyð av ebola-sjúkuni, ið hevur rakt Guinea, Liberia og Sierra Leone, síðan sjúkan tók seg upp fyrr í ár, skriva útlendskir fjølmiðlar á staðnum.

Síðan januar mánað í ár, tá sjúkan tók seg upp, eru 314 fólk deyð í Guinea, 219 fólk eru deyð í Sierra Leone meðan ebola-sjúkan hevur kravt 127 mannalív í Liberia.

Ebola-virusið smittar sera illa, og enn finst eingin heilivágur móti sjúkuni. Deyðleikin av sjúkuni kann koma heilt upp í 90 prosent. Í Vesturafrika er deyðleikin umleið 60 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Mikudag 1. mai
Morgunlestur mikudagur 1. mai 2024
174291
Mikudag 1. mai
LEITISSTEIN 30.04.2024 (Hamradun)
174433
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418