- Tíðindi, mentan og ítróttur
So heitt var tað: Heitasti juli í Føroyum í 81 ár

Hevði tú eina kenslu av, at veðrið í Føroyum var gott í juli, hevur tú eisini púra rætt. Juli mánaður var tann heitasti í Føroyum í 81 ár, vísa nýggj hagtøl frá donsku veðurstovuni, DMI.

- Sólin skein eisini væl meira enn vanligt er í Føroyum í juli í summar, sigur John Cappelen, veðurfrøðingur, granskari og redaktørur á DMI, við kvf.fo

Avfallið var umleið tað sama, sum tað vanliga er í juli, vísa hagtølini, ið ganga aftur til 1890. Meginparturin av regninum í juli kom niður tíggju teir fyrstu dagarnar í mánaðinum.

Her eru hagtølini fyri juli

● Miðalhiti: 11,9 stig. Heitast var í 1933, tá miðalhitin var 12,0 stig

● Sóltímar í juli: 137,7 tímar

● Avfall: 70,6 mm. Miðal fyri 1961-90: 70,3 mm. Miðal fyri 2001-2010: 73,4 mm.

Óvanliga turt í juni

Í juni mánaði var miðalhitin í Føroyum 10,3 stig. Bert í 1933 og 1960 var sætti mánaðurin í Føroyum heitari enn í ár. Miðalhitin í 1933 var 10,9 stig og í 1960 var miðalhitin 10,7 hitastig.

Tilsamans vóru 92 sóltímar í Føroyum í juni í ár. Tað er nakað minni enn vanligt hevur verið, síðan veðurmátingar byrjaðu í 1890, sambært føroysku hagtølunum, DMI hevur skrásett.

Hinvegin var munandi minni avfall í Føroyum í juni í summar, enn vanligt er. Í ár regnaði 43,0 mm, meðan tølini fyri tíðarskeiðið 1961-90 var 61,2 mm og fyri tíðarskeiðið 2001-2010 var 60,5 mm.