Vælkomin umborð: Her er framtíðarinnar flogfar

Vælkomin umborð: Her er framtíðarinnar flogfar
Øll vindeygu eru skift út við ein stóran sjónvarpsskíggja, so ferðandi hava frítt útsýni. Sí her, hvussu útsýnið kanska verður í framtíðini
Soleiðis ætlar ein fronsk fyritøka, at framtíðarinnar ferðafólkaflogfør fara at síggja út. Enn er kortini ikki greitt, um flogførini verða sett í framleiðslu
Mynd: Technicon Design France  
 
14.08.2014 - 10:39

Tá tú í framtíðini fert at seta teg væl til rættis í einum ferðafólkaflogfari, verður útsýnið munandi betri enn tað, tú ert vanur við í ferðafólkaflogførunum, ið flúgva í dag.

Í framtíðini verða øll ferðafólkaflogfør innan sum ein stórur sjónvarpsskíggi, har tú hevur frítt útsýni til alt, ið fer fram uttan fyri sjálvt flogfarið, sambært franskari fyritøku.
 

 

Upptøkutól eru sett á skrokkin á flogførunum, og beinleiðis myndir í HD-góðsku verða vístar, har fólkini sita, so tey fáa eina øðrvísi uppliving enn í dag.

Fyritøkan Technicon Design France hevur júst vunnið eina kapping um, hvussu ferðafólkaflogfør kunnu síggja út í framtíðini. Um flogfør fara at síggja júst soleiðis út, er kortini ikki greitt enn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. juni
Bolero
175977
Sunnudag 2. juni
Guðstænasta í Christianskirkjuni
175974
Leygardag 1. juni
Jambalaja - 010624
175948
Leygardag 1. juni
Upp á tá - 310524
175947