Minni toskur og meiri av hýsu

Minni toskur og meiri av hýsu
Havstovan hevur kunngjørt fyribilsúrslit av yvirlitstrolingini í summar
Sera nógv var av smáum svartkjafti næstan alla staðni, Magnus Heinason trolaði á landgrunninum
 
21.08.2014 - 08:19

Eitt sindur minni av toski, nakað meira av hýsu, og ein fjórðing meira av upsa.

Tað eru fyribilsúrslitini av fyrru yvirlitstrolingunum hjá Havstovuni í ár. 

12 prosent meira av toski eru í ár, men tó var nógv av smáfiski uppií. Átta prosent meira vóru av hýsu og 24 prosent meira av upsa, men nógvur seiður var ímillum. 

Nógvur smáur svartkjaftur

Minni var at fáa av makreli, men meira av sild. Og sera nógv var av smáum svartkjafti næstan alla staðni, Magnus Heinason trolaði á landgrunninum. Magakanningarnar vístu, at nógv er til av smáari nebbasild. 

Hesa ferð kannaði Havstovan eisini magar í makreli og sild. Tey høvdu etið reyðæti útiá, og yngul, hvítingsbróður og nebbasild, nær við land.

Høvuðsendamálið við yvirlitstrolingunum hjá Havstovuni er at fáa tilfar at brúka, tá toskur, hýsa og upsi skulu stovnsmetast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. mai
Ein sangur um frælsi (1:5)
174575
Mikudag 8. mai
Góðan morgun Føroyar
174807
Mikudag 8. mai
Morgunlestur mikudagur 8. mai 2024
174297
Týsdag 7. mai
Góðan morgun Føroyar
174745
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537