Løgmaður: Hevði einki við CIP-avtaluna at gera

bannari
Løgmaður: Hevði einki við CIP-avtaluna at gera
Kaj Leo Holm Johannesen hevur ilt við at minnast tað, hann segði ella ikki segði á lagnufundinum, áðrenn skrivað varð undir avtaluna

29.08.2014 - 15:12

27. juni 2013 er ein avgerandi dagur í málinum um politisku handfaringina av Skálafjarðartunnlinum.

Hetta er dagurin, tá Kári P. Højgaard, táverandi landsstýrismaður í innlendismálum, skrivaði undir avtaluna við Copenhagen Infrastructure Partners um at lata eina millión í endurgjaldi, um tunnilssamráðingarnar duttu niðurfyri.

Hevði Kári P. Højgaard heimild at skriva undir endurgjaldsavtaluna? Og hvønn leiklut hevði Kaj Leo Holm Johannesen í hesum?

Tað er tað, sum Hans Gammeltoft Hansen, kanningarstjóri, millum annað skal fáa greiði á.

Tað verður neyvan lætt. Tí tey, sum vóru á fundinum, hava hvør sína fatan av tí, sum fyrifórst.

Góðtók avtaluna

Bæði Kári P. Højgaard og táverandi aðalstjóri í Innlendismálaráðnum, Rúni Joensen, vilja vera við, at løgmaður á fundinum bæði visti um og góðtók endurgjaldsavtaluna. Kári P. Højgaard segði undir avhoyringunum í gjár, at løgmaður førdi orðið á fundinum, har endurgjaldið til CIP var umrøtt.

Rúni Joensen, aðalstjóri, segði, tá hann varð avhoyrdur, at løgmaður de facto gjørdi endurgjaldsavtaluna.

Men løgmaður hevur eina heilt aðra fatan av, hvat hendi á fundinum.

Kaj Leo Holm Johannesen játtaði, at hann sat einsamallur við Rúna Bro Róin frá CIP klokkan níggju, áðrenn hini møttu í fundarhølinum. Men teir báðir tosaðu hvørki um tunnil ella endurgjald. Teir tosaðu um gamlar dagar, tá Kaj Leo Holm Johannesen vardi HB-málið, og Rúni Bro Róin plagdi at taka myndir frá fótbóltsdystum.

Tað var ikki fyrr enn Kári P. Højgaard og Rúni Joensen við fylgi komu inn í fundarhølið, at tunnilin varð umrøddur.

Men leikluturin hjá løgmanni var, sambært honum sjálvum, sera avmarkaður á fundinum.

Málið aftur í tingið

Hann skuldi einans greiða frá, hví hann avgjørdi at senda málið niðan aftur í løgtingið, fyri at fáa staðfest heimildina at lata privata felagið gera tunnilin.

Løgmaður váttaði, at endurgjald til CIP varð umrøtt á fundinum. Bæði 10 milliónir og ein millión vóru nevndar. Rúni Bro Róin vildi hava løgmann at skriva undir eina endurgjaldsavtalu, men hesum noktaði løgmaður, tí tað var ikki hansara borð. Tað var borðið hjá Kára P. Højgaard.

Løgmaður hevur áður sagt, at ein millión í endurgjaldi er piparnøtur samanborið við tær mongu milliónir, sum landið sparir við at lata tunnilsverkætlanina vera privata heldur enn almenna.

Hetta endurtók hann Dómhúsinum í dag.

Minnist ikki

Spyrjarin vildi vita, um hann bara HUGSAÐI um piparnøturnar á fundinum úti í Tinganesi, ella um hann eisini segði sína hugsan á sjálvum fundinum.

Men tað mintist løgmaður ikki.

Løgmaður varð eisini spurdur, um hann helt, at hann á fundinum kundi havt givið landsstýrismanninum, aðalstjóranum og CIP-fólkunum eina fatan av, at hann góðtók, at teir eftir fundin gjørdu eina break-fee avtalu.

Men tað kundi løgmaður ikki svara, tí hann segði seg ikki kunna vita, hvørja kenslu onnur standa eftir við.

- Tað er nóg ringt at kenna sínar egnu kenslur", legði hann afturat.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. desember
Midnáttarmessa úr Mariukirkjuni 2024
185550
Mánadag 23. desember
Jól á Quiztinum 2024
185509
Mánadag 23. desember
Morgunlestur mánadagur 23. desember 2024
185000
Sunnudag 22. desember
Jambalaja - 211224
185474
Sunnudag 22. desember
Eitt drúgt arbeiðslív í SEV (1:2)
185472
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. desember
Andaktin
185552
Mikudag 25. desember
Sálmar í nýggjum hami
75257
Týsdag 24. desember
Country jól við Magna Christiansen
89319
Týsdag 24. desember
Pipar og Salt
185537
Mánadag 23. desember
Veðrið
185513