Fimm prosent rinda helvtina av landsskattinum

Fimm prosent rinda helvtina av landsskattinum
20 skattagjaldarar í Føroyum tjena meira enn tvær milliónir krónur
Landskassin fekk eina milliard og góðar 175 milliónir krónur í skatti í 2012
 
03.09.2014 - 08:00

Helvtin av skattaborgarunum í Føroyum rindaðu 95 prosent av landsskattinum í 2012, vísa tøl hjá TAKS.

Sambært tølunum rindaðu tey hægst løntu, sum vóru eitt prosent av skattgjaldarunum, tíggju prosent av landsskattinum í 2012.

Tað vóru tey, sum fingu meira enn 900.000 kr. í løn tað árið. Tey vóru 498 í tali.

Sambært tølunum hjá TAKS vóru 30 fólk í Føroyum í 2012, sum høvdu meira enn tvær milliónir krónur í løn. 

Tey rindaðu 15,5 milliónir í landsskatti.

Í 2011 vóru 14.878 skattgjaldarar í Føroyum, sum høvdu meira enn 250.000 kr. í løn. Í 2012 vóru teir næstan 1.000 fleiri. 
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162