Vápnahvíldin í Ukraina brotin

Vápnahvíldin í Ukraina brotin
Vápnahvíldin ukrainsku stjórnina og russisk-sinnaðu uppreistrarfólkini tykist verða brotin - bara eitt samdøgur eftir at hon varð lýst.
 
07.09.2014 - 10:15

Sambært einum tíðindafólki hjá Reuters, eru skot latin eystanfyri havnarbýin Marjupol seint í gjárkvøldið.

 - Álop hava verið, men vit hava ongar upplýsingar um nakran, ið er løstaður, sigur ein ukrainskur heryvirmaður við Reuters.

Fólk frá tíðindastovuni AFP boða frá, at fleiri spreingingar hava verið eystanfyri býin.

Tað sama siga fólk frá BBC.

Hetta er sama øki, har fleiri blóðugir samanbrestir hava verið millum uppreistrarfólkini og ukrainska herin.

Vápnahvíldin varð lýst fríggjakvøldið.

Umleið 2600 fólk hava latið lív í samanbrestunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mai
Vikuskiftið 29 mei 2026
209003
Fríggjadag 29. mai
LEITISSTEIN 29.05.2026 (G! 2026)
208996
Fríggjadag 29. mai
Morgunlestur fríggjadagur 29.mai 2026
208233
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mai
Veðrið
209009
Fríggjadag 29. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208968
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945