1000 kr. í bót fyri at órógva grindaraksturin

1000 kr. í bót fyri at órógva grindaraksturin
Stuðulsfólk hjá Sea Shepherd dømd fyri at bróta grindakunngerðina og politiviðtøkuna. Dómurin kann lesast á www.sorinskrivarin.fo
 
08.09.2014 - 08:23

Seks stuðulsfólk hjá Sea Shepherd fingu 1.000 kr. í bót hvør fyri at órógva grindaraksturin á Sandi næst seinasta leygardag.

Rinda tey ikki bótina, skulu tey sita í seks dagar í staðin fyri.

Fólkini eru dømd fyri at bróta grindakunngerðina og politiviðtøkuna.

Av tí at talan er um politimál, ber ikki til at skjóta dómarnar inn fyri Landsrættin uttan við loyvi frá Processbevillingsnævnet. 

Tey seks stuðulsfólkini, fýra kvinnur og tveir menn, hjá Sea Shepherd, vórðu tikin á sandinum heima á Sandi næst seinasta leygardag, tá grind varð hildin til har. 

Fólkini, sum eru millum 23 og 40 ára gomul, vóru ákærd fyri at bróta kunngerðina um grind og politiviðtøkuna.

Ákæruvaldið kravdi, at tey vórðu dømd at rinda 1.000 kr. hvør í bót.

Vrakaðu sektaruppskot

Tað fingu tey í sektaruppskoti frá fútanum, men noktaðu at taka við. Tí fóru mál teirra í rættin.

Ákæruvaldið kravdi eisini, at løgreglan sleppur at hava myndatólini, sum vórðu tikin frá fólkunum, og kanna myndirnar í teimum.

Fólkini hava fingið myndatólini aftur.       

Noktaðu seg sek

Tey játtaðu øll at hava verið á sandinum og úti í sjónum, tá grindin nærkaðist. Men tey noktaðu seg sek og kravdu frídøming.

Átta onnur fólk vórðu tikin á Sandi, tá grind var har. Tey vóru í trimum bátum hjá Sea Shepherd. Politiið tók bátarnar og hevur teir enn. 

Tey átta fólkini skulu í Føroya rætt tann 25.september.

Støða er ikki enn tikin til, um áheitan verður send Útlendingastýrinum um at vísa stuðulsfólkunum hjá Sea Shepherd úr Føroyum.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. desember
Norðurljóð 22.desember 2025
201436
Mánadag 22. desember
Morgunlestur mánadagur 22.desember 2025
201806
Sunnudag 21. desember
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
201811
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 21. desember
Andakt
201817
Sunnudag 21. desember
Møti úr Betesda í Klaksvík
201807
Leygardag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201790
Fríggjadag 19. desember
Veðrið
201780
Fríggjadag 19. desember
Vigdís 4:4 - teknmálstulkað
201775