Biðja Útlendingastýrið útvísa Sea Sherpherd-fólkum

Biðja Útlendingastýrið útvísa Sea Sherpherd-fólkum
Løgreglan metir, at 70-80 stuðulsfólk hjá Sea Shepherd eru eftir í Føroyum
 
12.09.2014 - 10:08

Politiið í Føroyum hevur biðið danska Útlendingastýrið um at vísa seks fólkum, sum komu til Føroya fyri Sea Shepherd, av landinum og geva teimum forboð fyri at koma higar aftur.

Talan er um fólkini, sum mánadagin fingu 1.000 kr. í bót fyri at bróta kunngerðina um grind og politiviðtøkuna.

Í hvussu so er fýra teirra eru longu farin úr Føroyum, uttan at rinda bótina. Eingin av teimum dømdu hevur rindað bótina.

Útlendingastýrið avger, um Sea Shepherd-stuðlarnir skulu vísast av landinum og fáa innferðarforboð, og hvussu leingi, eitt slikt forboð varar.

Peter Thaysen, sjefpolitiinspektørur, sigur, at enn hava tey ikki frætt frá Útlendingastýrinum.

70-80 fólk eru eftir

Hann sigur, at í gjár vóru 98 Sea Shepherd fólk í Føroyum. Men nøkur fóru av landinum í gjárkvøldið, so hann metir, at nú eru 70-80 eftir her.

Tey, sum ikki eru úr Norðurlondum, noyðast at fara, tá tey hava verið her í tríggjar mánaðir, tí so leingi kunnu útlendingar vera í Føroyum sum ferðafólk.

Átta onnur stuðulsfólk hjá Sea Shepherd, sum eisini vórðu tikin á Sandi 30.august, skulu í Føroya rætt 25.september.  

Tey vóru í trimum bátum, sum politiið tók og hevur enn.

Politiið avger ikki fyrr enn dómur er fallin, um tað eisini fer at biðja Útlendingastýrið um at vísa teimum átta av landinum og geva teimum innferðarforboð. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. apríl
LEITISSTEIN 08.04.2025 (Hettarher)
190455
Týsdag 8. apríl
Góðan morgun Føroyar
190414
Týsdag 8. apríl
Morgunlestur týsdagur 8.apríl 2025
190383
Mánadag 7. apríl
Samværi 067 - Hví geva út?
190362
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190454
Týsdag 8. apríl
Veðrið
190447
Týsdag 8. apríl
Fótbóltur: Føroyar - Gibraltar
190450
Mánadag 7. apríl
Hon leyp á leistum
190366