Kanna framvegis løgfrøðina um grindarakstur

Kanna framvegis løgfrøðina um grindarakstur
Fiskimálaráðið hevur svarað fútanum um grein 8 í grindakunngerðini
Ein bátur hjá Sea Shepherd er meldaður fyri at hava tikið eina grind yil havs, sum sýslumaðurin og grindaformenninir goymdu í Haraldssundi, tí líkindi vóru ikki at halda henni til
 
16.09.2014 - 14:11

Grindaraksturin hjá Sea Shepherd í Haraldssundi beint eftir ólavsøku er framvegis til viðgerðar á Fútaskrivstovuni.

Fiskimálaráðið hevur nú svarað fútanum, sum spurdi um grein 8 í grindakunngerðini.

Men hvørki Fiskimálaráðið ella fútin vilja geva innlit í málið, tí talan er um eitt mál, sum møguliga endar í rættinum.

John Kølbæk, fúti, sigur, at nú verður gjørd ein løgfrøðilig meting fyri at vita, um farast skal víðari við málinum.

Politiið veit, hvør bátur hjá Sea Shepherd var í Haraldssundi, og hvørji fólk hoyrdu til tann bátin.

Goymdu grind

Fyri hálvum øðrum mánaði síðani meldaði Karl Johansen, sýslumaður, Sea Shepherd fyri at reka eina grind út aftur, sum varð goymd í Haraldssundi, tí líkindi vóru ikki at halda henni til á nakrari hvalvág.

Meldað varð fyri brot á grein 8 í grindakunngerðini, sum sigur, at ikki er loyvt at reka grind uttan undir fyriskipan av sýslumonnum ella grindaformonnum. 

Sambært John Kølbæk er grein 8 í grindakunngerðini ikki so greið, at til ber uttan nakað at skuldseta nakran fyri at bróta hana. 

Forarbeiðið

Tí varð Fiskimálaráðið, sum eigur kunngerðina, spurt um forarbeiðið til kunngerðina fyri at vita, um tað ger grein 8 lættari at umsita og brúka í einum politimáli.

Hósdagin í næstu viku hava átta fólk hjá Sea Shepherd fingið boð um at koma í Føroya rætt. 

Tey eru ákærd fyri brot á grindakunngerðina, tí tey ikki gjørdu eftir boðunum frá sýslumanninum um at halda bátarnar, tey vóru í, uttan fyri ein fjórðing frá grindadrápinum á Sandi 30.august.

        

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 8. juni
Veðrið
209433
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264