Lundin í Mykinesi framvegis friðaður

Lundin í Mykinesi framvegis friðaður
Friðingin av lunda í Mykinesi, ið varð sett í verk á sumri 2012, stendur við, hóast fleiri lundapisur nú síggjast í holunum
Friðingin av lunda í Mykinesi stendur framvegis við, tvey ár eftir at lundin varð friðaður á grannastevnu í oynni

16.09.2014 - 12:01

Fleygingarstengurnar í Mykinesi hava ikki verið brúktar í tvey ár, og tað verða tær heldur ikki fyribils - í øllum førum ikki til lundaveiðu í vestastu oynni í landinum.

Fyribils friðingin av lundaveiðu í Mykinesi, ið varð samtykt á grannnastevnu í oynni í juli mánað 2012, stendur framvegis við, sigur Finnbogi Midjord, sýslumaður.

Bygdafólkið avgjørdi, saman við sýslumanninum, fríggjakvøldið, at friðingin av lunda stendur við, og at støða aftur verður tikin, tá næsta grannastevnan verður hildin.

Meira lundi sæst

Tað sæst meira lundi í lundaholunum í Lamba, stutt áðrenn komið verður út í hólmin í Mykinesi. Kortini stendur friðingin av lundanum í oynni framvegis við.

- Teir hava talt 96 lundapisur í holunum í summar, so tað er ein ábending um, at tað stendur betri til við lundanum í Mykinesi, enn tað hevur gjørt í fleiri ár, sigur Finnbogi Midjord.

Tað er kortini ov tíðliga at loyva lundaveiðu í Mykinesi aftur, sigur sýslumaðurin, tó at tað gongur tann rætta vegin, og fleiri lundapisur eru at síggja í lundaholunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. juli
Morgunlestur mikudagur 23. juli 2025
194846
Týsdag 22. juli
Morgunlestur týsdagur 22. juli 2025
194833
Mánadag 21. juli
Poppverturin
194207
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. juli
194845 - teknmálstulkað
194872
Mikudag 23. juli
194550 - teknmálstulkað
194868
Týsdag 22. juli
Veðrið
194844