Neyðhjálp úr Moskva til Ukraina

Neyðhjálp úr Moskva til Ukraina
Talan er eitt nú um mat, heilivág og klæði
 
20.09.2014 - 16:54

200 lastbilar úr Moskva komu í dag við neyðhjálp til fólkið har eystri í Ukraina, har har blóðigir samanbrestir hava verið millum pro-russiskar deildir og ukrainska herdeildir.

Talan er 2.000 tons av neyðhjálp, eitt nú matur í blikkum, morgunmatur, heilivágur, streymur, vatn í fløskum og heit klæði. Hetta er triðja lastbilafylgið sum er komið við neyðhjálp til landið.

Tíðindastovan, Itar-Tass, skrivar, at ukrainskir marknavørðar og umboð fyri ReyðaKross høvdu møguleika at kanna lastina við neyðhjálp, men hvørgin tók av tilboðnum.

Friðarætlan

Tíðindini um triðja lastbilafylgið bórust bert fáar tímar eftir, at umboð fyri stjórnina i Kijev og leiðarar fyri pro-russisku deildirnar í Eystur-Ukraina samdust um eina ætlan um frið.

Partarnir samdust, fyri tveimum vikum síðani, um vápnahvíld, og friðar-ætlanin er grundað á avtaluna um at leggja vápnini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086