Aftur uppsagnir á Elektron

Aftur uppsagnir á Elektron
- Vit harmast um at siga dugnaligum fólki úr starvi, men tað er umráðandi, at vit skapa avlop til at tryggja, at Elektron mennist, sigur stjórin

23.09.2014 - 16:23

Fimm fólk eru í dag søgd úr starvi, og tey hava arbeitt í leiðsluni og í fyrisitingini, umframt á virkisøkjum, har arbeiðsuppgávur eru horvnar ella umskipaðar, sigur leiðslan í fráboðan.

- Vit harmast um at siga dugnaligum fólki úr starvi, men tað er umráðandi, at vit skapa avlop til at tryggja, at Elektron mennist, sigur Kjartan Thomassen, stjóri í Elektron.

Eftir niðurskurðin eru 63 starvsfólk eftir á Elektron. Í januar í fjør vórðu 8 fólk søgd úr starvi, og í februar í ár fór Niels Christian Nolsøe frá sum stjóri.

Menningin steðgaði

Tá segði nevndarformaðurin, Súni Schwartz Jacobsen, at fyritøkan steðgaði við menningini av nýggjum forrætningsøkjum uttanlands, og at stjórin í hesum sambandi hevði ynskt at verða loystur úr starvi. Síðani hevur Kjartan Thomassen tikið við sum stjóri.

Elektron hevði næstan 20 milliónir krónur í halli í 2013. Hallið av vanliga rakstrinum var smáar tríggjar milliónir, meðan kostnaðarføringar, sum felagið kallar tað, gjørdu hallið til nærum 20 milliónir.

Við kostnaðarføringar meinar felagið við avskrivaðan goodwill, útreiðslur til størri verkætlanir og uppsagnarlønir. Sølan hjá felagnum minkaði 10 milliónir í 2013.

Landið og peningastovnarnir eiga Elektron, men seinastu árini hava peningastovnarnir flutt meginpartin av sínum KT-virksemi til útlendskar fyritøkur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444