- Tíðindi, mentan og ítróttur
Svøríki skal standa skúlarætt í Ísrael
Svenski sendiharrin í Ísrael skal standa skúlarætt fyri ísraelska uttanríkisráðharran, Avigdor Lieberman, tí nýggja svenska stjórnin hevur avgjørt at viðurkenna Palestina sum sjálvstøðugt land.
Svøríki er fyrsta ES-landið, sum viðurkennir Palestina.
- Vit hava kunngjørt, at vit fara at viðurkenna Palestina. Tað eigur ikki at koma óvart á nakran, tí tað hevur verið ætlanin leingi, segði nýggi svenski uttanríkisráðharrin, Margot Wallstrøm, fríggjadagin.
Svenski sendiharrin í Telaviv, Carl Magnus Nesser, hevur fingið boð um at møta í ísraelska uttanríkisráðnum fyrrapartin í morgin.
Avigdor Lieberman, uttanríkisráðharri, sigur, at palestinsku sjálvstýrismyndugleikarnir hava skyldina av, at einki er komið burtur úr friðarsamráðingunum.
Palestinar takka
Palestinska sjálvstýrið hevur takkað svensku stjórnini fyri avgerðina um at viðurkenna Palestina og sigur, at hetta er ein djørv avgerð.
Amerikanska uttanríkisráðið sigur hinvegin, at svenska stjórnin er lopin framav longu at viðurkenna Palestina, áðrenn samráðingarnar eru lidnar.
ST-aðalfundurin viðurkendi Palestina í 2012, hóast Ísrael mótmælti. Tá atkvøddi Svøríki ímóti, tí táverandi uttanríkisráðharrin, Carl Bildt, var ímóti ST-samtyktini.