Løgreglan kannar stuldur á MíttLand

Løgreglan kannar stuldur á MíttLand
Løgreglan í Keypmannahavn fer nú at gera avhoyringar í málinum um stuldur á tónleikafestivalinum MíttLand á Amager í september í ár
Løgreglan í Keypmannahavn kannar nú stuldurin á MíttLand festivalinum í september, tá fleiri hundrað túsund krónur vórðu stolnar. Avhoyringar skulu nú gerast (tilvildarlig savnsmynd)
Mynd: röddin.fo

13.10.2014 - 15:24

Tað váttar Ove Randrup, løgreglukommiserur á deildini fyri stuldur hjá løgregluni í Keypmannahavn. Fyri einum mánaði síðani boðaðu fyriskipararnir av MíttLand frá, at ein størri peningaupphædd, fleiri 100.000 krónur søgdu teir, varð stolin eftir tónleikatiltakið.

Fyrireikararnir søgdu seg eisini vita, hvør tað var, sum hevði stolið peningin. Tá høvdu teir ikki meldað málið. Fyri tveimum vikum síðani upplýsti løgreglan í Keypmannahavn, at stuldurin var meldaður.

SÍ EISINI Stolið frá MíttLand

Tá var eingin avhoyrdur, men tað verður farið undir at avhoyra fólk nú, upplýsir Ove Randrup, løgreglukommiserur á deildini fyri stuldur hjá løgregluni í Keypmannahavn. Løgreglan í Keypmannahavn hevur ikki fleiri viðmerkingar til málið í løtuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770