Eingin tuberklatilburður fráboðaður í ár

Eingin tuberklatilburður fráboðaður í ár
Fýra tilburðir av tuberklum vóru fráboðaðir landslæknanum í fjør
Eingin tuberklafráboðan í ár
Mynd: savnsmynd  
 
02.11.2014 - 10:30

Fýra tilburðir eru størsta talið síðani 2000, tá seks tilburðir vóru. Í 2012 vóru tveir tilburðir og tað sama í 2011 og 2010, í 2009 var eingin.Síðani 1998 eru komnar 26 fráboðanir um fólk, sum høvdu tuberklar. 

Eingin er deyður av tuberklum í Føroyum síðani 1992, tá eitt fólk doyði sambært Heilsulýsing landslæknans.  

Eingin fráboðan kom um HIV í fjør og heldur ikki um eyðkvæmi.
Síðani 2005 er bara ein fráboðan komin um HIV-smittað fólk í Føroyum, tað var ein kvinna í 2011. 
Fyrsti HIV-tilburðurin í Føroyum varð funnin í 1986, og fyrsti tilburður av eyðkvæmi varð fráboðaður í 1989. 
15 menn og seks kvinnur hava fingið HIV smittuna í Føroyum, sjey menn og tríggjar kvinnur hava fingið eyðkvæmi, fimm menn og allar kvinnurnar eru deyð av sjúkuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. mai
Góðan morgun Føroyar 21.05.24
175349
Týsdag 21. mai
Norðurljóð 20. mai 2024
175334
Týsdag 21. mai
Morgunlestur týsdagur 21. mai 2024
175324
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. mai
Veðrið
175373
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Hvítusunna: Derhard Jógvansson
175303