Paul Watson óynsktur - Sea Shepherd ikki forboðin

Paul Watson óynsktur - Sea Shepherd ikki forboðin
Rættarnevndin hevur spurt sendistovuna í Reykjavík, hvussu íslendingar bera seg at móti teimum, sum ger seg inn á íslendska hvalaveiði
 
24.11.2014 - 07:48

Paul Watson er ikki vælkomin í Íslandi. Hann fær ikki innferðarloyvi har, tí Sea Shepherd í 1986 søkti tveir hvalabátar, sum lógu við bryggju í Reykjavík. 

Men annars er felagsskapurin Sea Shepherd ikki forboðin í Íslandi.

Rættarnevndin hjá løgtinginum spurdi sendistovuna í Reykjavík, hvussu íslendingar bera seg at móti Sea Shepherd og øðrum, sum gera seg inn á íslendska hvalaveiði.

Rættarnevndin viðger uppskotið hjá Tjóðveldi, sum vil hava løgtingið at biðja landsstýrið skjótast gjørligt koma við lógarbroytingum, so til ber at nokta fólki, sum boða frá, at tey koma til Føroya at bróta lógir ella hótta lóglig rættindi í Føroyum, at sleppa inn í landið.

Ein mánað afturat

Tjóðveldi vísir á, at í summar komu einstaklingar og umboð fyri felagsskapir til Føroya við útgerð, hóast tey alment og opið høvdu fráboðað, at ætlanin var at leggja seg upp í grindadráp og harvið útinna ólógligt virksemi. 

Rættarnevndin hevur havt málið nú í tveir mánaðir. Nevndin bað 31.oktober løgtingsformannin um ein mánað afturat til at skriva álit um uppskotið, og tað fekk nevndin játtað 4. november. 

Nevndin kundi ikki avgreiða málið, áðrenn ein mánaður var farin, tí ikki bar til at avgreiða allar innkallingar.

Rættarnevndin hevur hoyrt umboð fyri Grindamannafelagið, grindaformenn, sýslumenn og fútan - Jacob Vestergaard, landsstýrismann, Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, og embætisfólk teirra.   

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. apríl
LEITISSTEIN 08.04.2025 (Hettarher)
190455
Týsdag 8. apríl
Góðan morgun Føroyar
190414
Týsdag 8. apríl
Morgunlestur týsdagur 8.apríl 2025
190383
Mánadag 7. apríl
Samværi 067 - Hví geva út?
190362
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190454
Týsdag 8. apríl
Veðrið
190447
Týsdag 8. apríl
Fótbóltur: Føroyar - Gibraltar
190450
Mánadag 7. apríl
Hon leyp á leistum
190366